Her er innbjóðing til svimjistevnuna Lions Open Mars 2025, sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin 15. og sunnudagin 16. mars 2025. Hetta vikuskiftið er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2025 á Orkney.

Her er innbjóðing til svimjistevnuna Lions Open Mars 2025, sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin 15. og sunnudagin 16. mars 2025. Hetta vikuskiftið er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2025 á Orkney.

Starvsnevnd SSF samtykti herfyri fyrstu útgávu av skipan SSF til úttøku av venjarum og leiðarum, omaná drúgva viðgerð eisini saman við feløgunum. Hetta til at hava greiðar reglur fyri hvussu hesi verða úttikin, umframt at hava grundleggjandi treytir á skrift til hesi.

Altjóða svimjisambandið hevur nú váttað, at hesar báðar stevnur eru góðkendar sum úttøkustevnur til HM 2025 í Singapore:
Har eru ávís krøv sum vit skulu uppfylla afturat, so sum at fullfíggjaðir dómaralistar skulu sendast inn áðrenn stevnustart, og at hyljalongdin skal eftirkannast.
Swim Open Tórshavn sæst longu millum góðkendu stevnur, her hjá World Aquatics, og FM á langgeil kemur væl afturat rættiliga skjótt.

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni HS Open, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 8. og sunnudagin hin 9. februar 2025. Hetta var fyrsta svimjistevna á langgeil í nýggja langhylinum í Havn.
Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

SSF hevði sín árliga kalendarafund í dag, har tillagingar vórðu gjørdar til árið 2025, og kalendarin avtalaður so frægt sum vit nú kunnu til í 2026. Hartil vóru ymisk evni viðgjørd, runt tað at skipa fyri svimjistevnum í Føroyum.

Líggjas Joensen (2008) úr Ægir varð nú leygarkvøldið hin 1. februar 2025 avdúkaður sum Ítróttastjørnuskotið 2024, á Ítróttafagnaðinum 2024 sum Ítrottasamband Føroya skipaði fyri í Løkshøll í Runavík.

You must be logged in to post a comment.