Út yvir svimjilandsliðið hjá okkum, so hevur SSF eisini sent tveir av okkara altjóða dómarum til EM U23, eins og vit fyrr í summar sendu ein til EJM í Beograd, at hjálpa til og taka til sín. Talan er um tey trý ið eru altjóða dómarar hjá okkum, Rúni Gaardbo til Beograd og so nú Dan Hjelm og Katja Lervig til Dublin.
Dan og Katja døma á EM U23 í Dublin
Altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagurin 2023
25. apríl er altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagur, sambært yvirlýsingini hjá Sameindu Tjóðir frá 2021. Tíverri hava vit ikki havt tíð og orku til at varpa ljós á hendan dagin í ár sum í fjør, men er boðskaðurin enn hin sami: Tað kann henda fyri øll, so hav sum tað allarminsta altíð onkran við tær, har vandi er fyri at drukna.
Sí https://www.druknifyribyrging.fo/, umframt átakssíðurnar hjá altjóða lívbjargingarsambandinum ILS, og hjá WHO
Startlistar til HM 2023
So er tað longu í morgin, at kappsvimjingin á langgeil byrjar á HeimsMeistarastevnuni 2023, her í Fukuoka í Japan. Úr Føroyum eru luttakararnir Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag og Líggjas Joensen (2008) úr Ægir, harav Líggjas nú í morgin skal royna seg í 400 metra frísvimjing.
Continue readingEin super endi á Oyggjaleikum 2023
Okkara 10 svimjarar hava verið óførir, hesar fýra dagarnar á Oyggjaleikum 2023. Heili 26 heiðursmerki varð tað til, og eitt ótal av finaluplássum, har tey í heilum svumu niður ímóti og betri enn sínar bestu tíðir nakrantíð.
Continue readingGóðkent triðja kvøld á Oyggjaleikum 2023
Væl vitandi, at vit plaga at vera pressaði triðja dag á Oyggjaleikum, so kláraðu okkara svimjarar seg faktiskt framúr, við flottum persónligum metum og 6 heiðursmerkjum afturat til rúgvuna á nú 3 gull, 8 silvur og 7 bronsur tilsamans.
- Kvinnur 400 frí – Eyðrið Mortensen (2003, HS) 4:20.41 og silvur. Besta tíð hjá henni áðrenn í dag, var 4:26.24 frá Atlantic Open í 2019
- Menn 100 bringu – Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 51.09 og bronsu. Besta tíð hjá honum áðrenn í dag, var 51.52 frá HMS 2021
- Kvinnur 50 frí – Alisa Vestergård (2003, SuSvim) 26.70 og bronsu. Besta tíð hjá henni yvirhøvur, er 26.46 frá Ægir Open í februar
- Kvinnur 200 rygg – Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) 2:12.38 og gull. Besta tíð hjá henni áðrenn í dag, var 2:14.17 frá Swedish Swim Games í 2021
- Menn 800 frí – Líggjas Joensen (2008, Ægir) 8:17.63 og silvur, Heini M. Askham (2006, Ægir) 8:21.19 og bronsu. Besta tíð hjá Líggjasi áðrenn hetta, var 8:19.16 frá Atlantic Open í apríl, og hjá Heina 8:33.53 frá Ægir Open í februar
- Kvinnur 4×100 frí – Føroyar 3:54.63 og nr 4. Føroyska landsliðsmetið er 3:51.66, frá Oyggjaleikum á Gotlandi í 2017
- Menn 4×100 blandað – Føroyar 3:50.11 og nr 4. Føroyska landsliðsmetið er 3:49.22, frá Oyggjaleikum á Gibraltar í 2019
Góður næsti dagur eisini á Oyggjaleikum 2023
So er næsti dagur avgreiddur hjá svimjihópinum á Oyggjaleikum 2023, og gekk tað bara heilt væl hjá okkara svimjarum. Tey svimja upp ímóti og betri enn sínar bestu tíðir, og vunnu í kvøld 1 gull, 4 silvur og 1 bronsu afturat heiðursmerkjunum frá í gjár, so at vit til nú hava vunnið 2 gull, 6 silvur og 4 bronsur í svimjingini. Og hartil setti Elisabeth Erlendsdóttir oyggjaleikamet í 100 rygg.