Her er startlistin til svimjistevnuna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 8. mars 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, har tey svimja breiddir í langhylinum.

Her er startlistin til svimjistevnuna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 8. mars 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, har tey svimja breiddir í langhylinum.

Her er úttøkuskipanin til EM í Open Water 2025, sum verður í Stari Grad á oynni Hvar í Kroatia hin 28. til 31. mai 2025.

Altjóða svimjisambandið hevur nú lagt út dagførdan lista yvir altjóða yvirdómarar og startar, sum m.a. er víðkaður við tveimum føroyingum afturat.
Rakul í Lágabø er nýggjur altjóða yvirdómari, og John D. Olsen nýggjur altjóða startari, og hava vit sostatt nú 4 altjóða yvirdómarar og 3 altjóða startarar.

Her er innbjóðing til Swim Open Tórshavn 2025, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í nýggja langhylinum í Havn, hin 24. til 26. apríl 2025. Hendan stevna er góðkend av World Aquatics sum úttøkustevna til HM 2025 í Singapore.

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “SuSvim Open Februar 2025”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 23. og sunnudagin 24. februar 2025. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Lea Osberg Højsted megnaði í morgun at seta stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim Open í Páls Høll í Vági svam seg til úrslitið 2:39.27. Hon átti sjálv føroyska metið og juniormetið á 2:41.81, frá FM í fjør. Sí úrslitalistan her á Swimify

You must be logged in to post a comment.