3 nýggir føroyskir altjóðadómarar í svimjing

Hjálparfólka- og yvirdómaraspurningurin loystur.

Á seinasta aðalfundi á heysti í 2005 var álagt starvsnevndini at skipa fyri hjálparfólkaskeiði. Hetta var sera átroðkandi, tí dømingin var komin á eitt í so lágt støðið og tí var tað umráðandi, at útbúgva hjálparfólk skjótast gjørligt.

Eisini var yvirdómaraspurningurin frammi og tað var hildið sera óheppið at vit í Føroyum ikki høvdu okkara egnu yvirdómarar. Okkara einastu yvirdómarar higartil hava verið Jon Hestoy og Sørin S. Djurhuus, ið báðir eru givnir.

Í tøttum samstarvi við danska svimjisambandið hevur hetta nú loksins eydnast og hava vit í dag uml. 30 útbúgvin hjálparfólk, ið fingu síni prógv longu í januar mánað 2006 og um vikuskifti fingu vit so 3 yvirdómarar, ið hava verið til próvtøku og roynd í Vejle.

Yvirdómararnir eru: Dan Mikkelsen og Elin Matras úr Klaksvík og Evald Rasmussen úr Tórshavn.

Svimjisambandið ynskir teimun hjartaliga tillukku við próvnum sum yvirdómarar.

Niðanfyri hava vit fingið sendandi eitt referat um skeiðið frá teimun trimun og sum vit loyva okkum at seta á heimasíðuna:

Eitt sindur um sjálvt skeiðið:

Vit hava nú í 2 umførum verið í Danmark fyri at taka endaligt yvirdómaraskeið, hetta er tað seinasta av 5 “mondulum”, sum krevjast fyri at kunna kalla seg yvirdómari. Onkur av okkum manglar enn mondul 6 “stævnesekretær”, sum verður tikið seinri.
“Dansk Svømmeunion” hevur á fyrsta sinni koyrt hetta skeiðið á ein heilt nýggjan og nýmótans hátt. Tvs., at dentur var lagdur á tað psykologiska í læruni og lærarin her var Gert Ottosen, sum dagliga undirvísir á Københavns Universitet og so vítt vit fingu at vita eisini starvast sum psykologur til dagligt. Eisini er hann pápi at kenda danska landsliðssvimjaranum Jeanette Ottosen. – Hetta kláraði hann við manér. Vit blivu “testaði” bæði so og so og fingu nógv at vita um sjálva psykologiina í at virka sum ovasti myndugleiki til eina svimjikapping. Vónandi duga vit, at brúka hetta tá vit fara út at virka í tí dagliga, men tað tekur sikkurt eina løtu at byggja upp.

Hinir lærararnir á skeiðnum vóru “Unions-dómarir” Jens Jensen og Birger Muller, sum báðir hava luttikið sum dómarar til altjóðakappingar kappingar s.s. DM, EM o.s.fr. Teir tóku sær mest av lógunum í svimjingini og testaðu okkara vitan innan sjálva svimjingina. Eisini blivu fleiri filmar vístir frá OL, VM o.a., sum vit kanska skuldu víst fram her í FO. Her verður hugsað um “feilir” sum verða gjørdir undir vatni, vendingar, startir o.a.

Vit vóru 11 á skeiðnum, sum í fyrsta umfari fór fram í Korsør og so hesa seinnu ferðina í Vejle.
Tíbetur kláraður vit øll 3 tað endaligu royndina og kunnu nú kallað okkum altjóða svimjidómarar.
Men tað krevst av okkum – um vit vilja halda áfram at vit hvørt ár møta til “efteruddannelse” í DK.

Annars fellur heitið burtur.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on 3 nýggir føroyskir altjóðadómarar í svimjing

Tíðindaskriv frá FINA-fundi i Madrid

Altjóðað svimjisambandið FINA, helt fund í Madrid í seinastu viku. Formaðurin í Svimjisambandi Føroya, Palli Ziskason, umboðaði Føroyar á hesum fundi, sum vardi í tveir dagar og er vinstrumegin avmyndaður saman við Fina-presidentinum Mustapha Larfaoui úr Algeria.

À fundinum vóru uml 120 av teimum 191 limalondunum, sum eru í felagskapinum, umboðaði. Herumframt vóru umboð fyri IOC eisini við á fundinum, umframt fleiri av samstarvspartnarunum hjá FINA, m.a. stórir sjónvarpsframleiðarar, sum hava rættin, at framleiða sendingar fyri FINA.

Nógv ymisk mál vóru viðgjørd á fundinum, m.a. ein ætlan fyri menning av svimjing fyri 2005 – 2009.

Her hevur FINA lagt eina ætlan, sum m.a. sigur:

  • At menna og upplýsa um svimjing
  • At arbeiða fyri rúsfríum ítrótti
  • At menna altjóða samstarv
  • At samskipa felags reglur innan svimjing
  • At fyriskipa HM og øðrum FINA kappingum.

Ein partur av hesi ætlan er at fáa øll limalond at luttaka í menningini og samstundis geva so nógvum sum gjørligt møguleikan, at luttaka í altjóða kappingum. Nógv av limalondunum hava ikki fíggjarliga orku til slíkar luttøkur, men FINA vil nú royna at stuðla.

Vertirnir fyri komandi kappingum kunnaðu eisini um fyrireikingarnar av hesum.

Svimjisamnd Føroya fekk nýggj samband við fólk ymsastaðni frá og er tað okkara vón at hesi kunnu vera við til at menna okkara ítrótt framyvir.

Starvsnevndin.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Tíðindaskriv frá FINA-fundi i Madrid

Aðalfundurin 2006

AÐALFUNDUR

Aðalfundur í Svimjisamband Føroya verður leygardagin, hin 28. oktober 2006 –  kl 10.00

í ÍSF-húsinum

Dagsskráin er hendan


1. Val av orðstýrara.
2. Starvsnevndarformaðurin leggur fram frágreiðingar frá virki sambandsins í farna ári.
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan rokniskap.
4. Innkomin mál.
5. Val av nevndum og eykamonnum.
6. Ymiskt.

Møgulig uppskot til aðalfundin vera at senda til starvsnevndina innan 13. oktober 2006.

Klaksvík, tann 20. september 2006

Vegna starvsnevndina

Palli Ziskason, formaður.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Aðalfundurin 2006

Ísamband við sponsoravtaluna við NS og AA helt for

Fyrst skal eg vegna Svimjisambandið takka fyri, at vit í dag blivu boðin higar, at undirskriva  stuðulsavtalur við Norðoya Sparikassa og Atlantic Airways.

At hetta verður gjørt í dag í Runavíkar Kommunu, er ikki av tilvild.

Vit, sum eru við í føroyskari svimjing í dag, halda at umstøðurnar at íðka hesa ítróttargrein ikki eru tær bestu. Her hugsa vit um, at tað einans eru 3 svimjihallir í landinum, sum hava hyljar, sum uppfylla altjóða mál, tvs 25 metra hyl, sum er krav til kappingar. Hetta ger, at tað er trupult hjá svimjarum, at menna seg enn meiri, og harvið gera seg galdandi í kappingum á altjóða støði, samstundis, sum tað er trupult hjá okkum, at bjóða okkum fram sum vertir og fyriskiparar av altjóða kappingum í Føroyum.

Her í kommununi er ongin almennur svimjihylur og onki svimjifelag, hóast hetta er ein av størri kommununum í landinum. Vit mugu vóna at svimjing fær høga raðfesting í kommununi her, eins og í øðrum kommunum við.

Eisini er tað lívsfarligt ikki at duga at svimja !

Tað er tó vert at leggja til merkis at av øllum fólkaskúlanæmingum ( uml. 7.500) í Føroyum, eru bert nakrir heilt fáir ( færri en 50) sum ikki fáa regluliga svimjiundirvísing.

Um vit skulu gera okkum enn meiri galdandi í kappingum, mugu umstøður mennast og betrast alla tíðina, og til hetta krevjast góður stuðlar, bæði til lokalu svimjifeløgini og landsliðið.

Vit eru sera takksom fyri at Norðoya Sparikassi og Atlantic Airways tóku av møguleikanum at vera stuðlar hjá okkum og vóna vit at hetta samstarv kann vera til fyrimunar fyri okkum øll.

Stóra takk fyri !

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Ísamband við sponsoravtaluna við NS og AA helt for

Sponsoravtalan er undirskrivað

2 ára høvuðssponsoravtalan komin uppá pláss.

Í nýggju hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Runavík varð seinnapartin 14. sept. undirskrivað ein 2 ára høvuðssponsoravtala við

“Norðoya Sparikassa” og “Atlantic Airways.”

Avtalan er galdandi frá 1. sept. 2006 til 31. aug. 2008 –  t.v.s 2 fylgjandi svimjiár.

Svimjisamband Føroya takkar Norðoya Sparikassa og Atlantic Airways hjartaliga fyri avtaluna.

Við svimjikvøðu

Starvsnevndin

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Sponsoravtalan er undirskrivað

Kunningarskriv um sponsoravtalur

Starvsnevndin hevur á fundi samtykt at senda soljóðandi kunningarskriv til øll limafeløgini.

“Svimjisamband Føroya hevur alla ábyrgd av føroyska svimjilandsliðinum, bæði ítróttarliga og fíggjarliga.

Teir svimjarar, sum til eina og hvørja tíð eru á svimjilandsliðnum hava skyldu, at bera lýsingar o.l frá teimum stuðlum, sum svimjisambandið hevur avtalu við, og annars luttakað á landsliðnum undir teimum treytum, ið svimjisambandið setur og hevur avtalað við sínar lýsarar.

Við hesum grundgevingum mugu vit boða frá, at svimjisambandið ikki kann góðtaka, at svimjarar gera egnar avtalur, at galda fyri teirra luttøku í kappingum, sum eru undirlagdar ábyrgdina hjá Svimjisamband Føroya.

Samstundis skulu vit siga frá, at Svimjisambandið arbeiðir við uppskoti til avtaluskjal, sum svimjari og Svimjisamband skulu hava sínámillum, so leingi svimjari er á landsliðnum.”

Við svimjikvøðu

Svimjisamband Føroya

Starvsnevndin

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Kunningarskriv um sponsoravtalur