Bartal 29.16 og føroyskt met í 50 bringu

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann vann B-finaluna á Danish Open 2025, við tíðini 29.16. Hann átti sjálvur føroyska metið á 29.27, frá EM í Beograd í fjør. Sí úrslitalistan her

Posted in Kapping | Comments Off on Bartal 29.16 og føroyskt met í 50 bringu

Lea 1:12.48 og nýtt føroyskt met og juniormet í 100 bringu

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði aftur í kvøld at seta føroyskt met og juniormet, tá ið hon vann B-finaluna á Danish Open við tíðini 1:12.48. Metini hjá henni vóru 1:12.91 frá í morgun, og áðrenn tað 1:14.06 frá NMU í fjør. Sí úrslitalistan her

Posted in Kapping | Comments Off on Lea 1:12.48 og nýtt føroyskt met og juniormet í 100 bringu

Líggjas 8:15.05 og bronsu í 800 frí á Danish Open 2025

Líggjas Joensen (2008, Ægir) svam seg fyri løtu síðani til bronsuheiðursmerki á Danish Open 2025, og flott persónligt met eisini, við tíðini 8:15.05 í 800 metra frísvimjing á langgeil. Hansara besta tíð áðrenn hetta, var 8:20.60. Sí úrslitalistan her.

Posted in Kapping | Comments Off on Líggjas 8:15.05 og bronsu í 800 frí á Danish Open 2025

Kunning um Oyggjaleikir 2025

Fyriskipararnir av Oyggjaleikum 2025 sendu okkum herfyri niðanfyri standandi kunning um svimjistevnuna sum verður har á Orkney, 14. til 17. juli 2025. Sum heild sær tað rættiliga gott út, m.a. við góðum plássi til áskoðarar.

Pickaquoy Centre. Image courtesy of Helen Rothnie / Orkney 2025
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Kunning um Oyggjaleikir 2025

Lea 1:12.91 og føroyskt met í 100 bringu

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open svam seg til úrslitið 1:12.91. Hon átti sjálv metini á 1:14.06, frá NMU í fjør. Sí úrslitalistan her

Lea á Danish Open 2025. Maja Højsted eigur myndina
Posted in Kapping | Comments Off on Lea 1:12.91 og føroyskt met í 100 bringu

Katja og Rúni úttikin til EM U23

Evropeiska svimjisambandið fráboðaði nú á døgverða, hvørjir dómarar ið tey hava úttikið til EM U23, sum verður í Samorin í Slovakia hin 26. til 28. juni 2025. Har í millum eru altjóða yvirdómarar Katja Lervig og Rúni Gaardbo, sum vóru innstillingin hjá Svimjisambandi Føroya til hesa stevnu. Til lukku tit bæði.

Posted in Heilsa | Comments Off on Katja og Rúni úttikin til EM U23