HM-svimjararnir klárir

Av teimun 7 landsliðsvimjarunum eru 4 svimjarar úttikinir til heimsmeistarakappingina í Melbourne.

Gentirnar eru:

Úr Fuglafj. svimjifelag (FS): Elspa Mørkøre

Ùr Tvøroyrar svimjifelag (TS): Jutta Thomsen

Dreingirnir eru:

Úr Klaksvík (Ægir): Kristin Olsen

Úr Vágs svimjifelag (VS): Pál Joensen

Teir 7 A-landsliðsvimjararnir vóru umframt omanfyrinevndu vóru eisini Kári á Høvdanum úr FS, Mona Simonsen úr TS og Dánjal Martin Hoffgaard úr TS.

Eisini vóru fleiri nýggja føroysk met sett í 50 m hyli bæði í Íslandi og í Danmark. Metini vera ajourførd so skjótt tey endaliga eru fráboðaði frá svimjinevndini.

Svimjisambandið ynskir øllum luttakarunum tillukku við kappinginum, Hm-luttøku og teimun nýggju føroysku metunum í 50 m. hyli

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on HM-svimjararnir klárir

FM-2007 flutt til 27.-29. apríl í Tórshavn

Á fundi í dag á Toftum,  millum starvsnevndina og svimjinevndina var eitt av punktunum FM-2007. Málið hevur verið uppi at venda nakrar ferðir og nú varð so málið komið hartil at ein avgerð skuldi takast. Flytanin av FM botnar í HM-luttøkuni, ið er samstundis sum FM skuldi vera. Tann fyrsta avgerðin varð at framskunda FM til 9. – 11. mars, men eftir drúgva umrøðu varð ein meirluti í svimjinevndini fyri, at flyta FM til 27. – 29. apríl 2007.

Kappingin verður í svimjihøllini í Tórshavn.

Samtykt er eisini at allar svimjitíðir skulu uppgevast í 100 pørtum hereftir.

Í svimjikalendaranum hava staðið nakrar kappingar s.s. bólkur 3 og eldri (OPIN).

Í veruleikanum meinast hetta við at kappingin er frá og við bólki 3 og eldri. Opin í hesum samanhangi gevur onga meining og tí er/verður tann parturin strikaður.

Talan er “snøkt- sagt” ikki um eina opna kapping, men ein kapping frá bólki 3 og uppeftir (3,4,5 og eldri)

OBS: postadr. hjá Svimjisambandinum er: svimfor@post.olivant.fo

ssf@ssf.fo er t-postadr. hjá form. í svimjinevndini Poul M. Poulsen

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on FM-2007 flutt til 27.-29. apríl í Tórshavn

Ársins ítróttarfólk 2006.

Enn einaferð er staðfest at “SVIMJING” er best

Enn einaferð er staðfest at svimjararnir eru ringir at “koppa” av skamlinum

Enn einaferð er staðfest at svimjigentan Elspa úr Syðrugøtu varð kosin ársins ítróttarfólk 2006

Enn einaferð og fyri aðruferð kunnu vit ynskja Elspu tillukku

Góða Elspa,

Starvsnevndin í Svimjisambandinum ynskir tær hjartaliga tillukku. Vit eru øll somul innan føroyska svimjing stolt av tær og ynskja tær alt tað besta.

Við svimjikvøðu

Starvsnevndin

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Ársins ítróttarfólk 2006.

Tveir svimjarar tryggjað sær gullnál

Jutta Thomsen og Mona Simonsen frá Tvøroyrar Svimjifelag vunnu báðar gullnál í gjár, tá kapping var í Vági

Tað var ein stórur dagur fyri Tvøroyrar Svimjifelag og fyri føroyska svimjing sum heild í gjár, tá Jutta Thomsen og Mona Simonsen vunnu sær gullnál í kapping í Vági.

Tað var á teininum 800 m frí svimjing, at tær báðar svumu seg til eina gullnál. Fyri at vinna eina gullnál skulu svimjararnir svimja í eini tíð, sum gevur 730 stig, og hetta megnaðu tær báðar henda dagin.

Jutta Thomsen kom á mál í tíðini 9.09.69, og gav hetta henni 737 stig. Beint eftir henni á mál var Mona Simonsen í tíðini 9.09.95, sum gav 736 stig.

Tær vunnu sær ikki bara gullnál henda dagin. Tíðin hjá Juttu Thomsen var eisini føroyskt met. Gamla metið var 9.12.32, og tað átti Elspa Mørkøre.

Ikki nógvar kvinnur hava megnað at vunnið sær gullnál fyrr. Jutta og Mona vóru nr. 3 og 4 í røðini, og undan teimum hava bert Elspa Mørkøre og Petra Gardar megnað hetta.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Tveir svimjarar tryggjað sær gullnál

Hvat hendir ………….

Heimasíðan verður útbygt allatíðina og roynt verður eftir førimuni, at upplýsa um hvat hendir innan føroyska svimjing.
Vit halda okkum í tí heimliga umhvørvinum.
Svimjarar og onnur áhugaði hava jú møguleikan at vitja aðrar heimasíður innan svimjing har altjóða úrslit og nýggjheitir eru at finna. Tað er ongin grund til at brúka tíð og kreftir uppá at uppfinna tann djúpa tallerkin einaferð afturat.

Undir “Metlistar og kravtíðir v.m.” liggja kravtíðirnar til A- og B- landsliðshópin.

Undir somu yvirskrivt liggur ein síða: “Oyl-2007 luttøkulisti higartil”
Navn og tíð hjá nr. 1, 2, 3 og 4, ið hava klárað kravtíðina innan hvørja svimjigrein og so hvørt tey verða tikin av øðrum, vera tey skift út og  nýggju sett inn, soleiðis, at vita allatíðina kunnu síggja og fylgja við hvørjir teir 4 skjótastu svimjararnir eru hjá kvinnum og monnum.

Hetta er vegleiðandi og tí skal ongin kenna seg tryggan fyrrenn tey endaligu boðini fyriliggja!

Galdandi úttøkutreytir eru at 2 teir skjótastu svimjararnir í hvørji svimjigrein hava møguleikan at vera við á Oyl-07 á Rhodos.

“Top 10 listi” – ið hava tey hægstu stigini – ein fyri kvinnur og ein fyri menn –  liggur undir “Metlistar og kravtíðir v.m.”

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Hvat hendir ………….

Kári á Høvdanum við í svimjikapping í Svøríki

Kári luttók leygardagin 16. des. í eini svimjikapping í Malmø. Kappast var í 50 m. hyli og tað hildnaðist bara heilt væl. Tey fóru til Malmø tíðliga leygarmorgunin og komu heimaftur til Birkerød seint sama kvøld og í metposanum hevði Kári 3 nýggj føroyk met, ið eru til skjals á heimasíðuni: http://www.malmo-kappsim.m.se/tavlingar/gp2006/respass1.htm
Tíðirnar hjá Kára vóru: 50 rygg 00.29.95 í 100 rygg 01.03.71 og í 200 rygg 02.16.72
Kári er komin heim at halda jól og mamman hevði “ræst kjøt og súpan” á borðinum til hansara (tað skuldi bara mangla).
Jólasteðgurin verður ikki langur og longu 2. jóladag fer hann avstað og víðari 3. dag við felagnum SIGMA til Týsklands á venjingarlegu til 7. jan. 2007
Vit ynskja Kára hjartaliga tillukku við hesum og ein góðan túr.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Kári á Høvdanum við í svimjikapping í Svøríki