Topp 10 listin yvir hægstu stig

Listin er nú dagførdur við stigum, ið svimjari fekk tá svimjingin fór fram – t.v.s. eftir tí stigatalvu, sum tá varð galdandi.
Sambært hesum, so liggur Asbjørn Hansen úr HS nr. 1 hjá monnum og hartil rættuliga tryggur og Elspa Mørkøre úr FS  nr. 1 hjá kvinnum, verður nokk ring at koppa fyribils.

Nr. 2 er Ingi Andreasen úr HS við 776 stigum, ið hann fekk fyri 100 bringu við tíðini 01.05.94 til oyggjaleikirnar í 95. Ingi svimur ikki meiri og tí má tað vera 3. svimjarin Pál, ið liggur 20 stig aftaná, ið er næstur at koppa Asbjørn av trónini. Kravið verður so, at hann t.d. í 1.500 frí skal svimja eina tíð, ið er 15.47.94 ella betur – t.v.s. smá 10 sek. skjótari enn hann ger tað nú. Tíðin hjá Páli er í løtuni 15.56.21 í 1500 frí

Tíðin 15.48.34 í 1.500 gevur 779 og skal eitt met “viskast út” so skal tíðin vera betur. Sama tíð er ikki nokk!!

Hjá kvinnunum liggur Elspa klárt á 1. plássi og so er hon eisini nr. 2,3,4.

5. plássið eigur Jutta Thomsen og her skulu 48 stig, til at koppa Elspu. So – uttan at taka nakað frá nøkrum – so verður tað nokk Pál, sum í løtuni liggur best fyri at vera tann 1., ið koppar Asbjørni av ovastu svimjirókum.

Haraftur ímóti er Elspa rættuliga trygg tey næstu 10 árini??  Hetta skal sjálvsagt takast við fyrivarni. Onki er ómøguligt hjá honum/henni, ið hevur viljan á røttum staði.

Um kvinnur og menn vóru sett á sama lista so lág kvinnan á 1. plássi og maðurin á 2. plássi. Ja. soleiðis kann ein sita og spæla sær  við stigum og fáa ymiskt áhugavert burturúr.
So var tað ikki Asbjørn sum var nr. 1, men Elspa og so skuldi næsti, sum er Pál svimja eina tíð sum gevur 785 stig (Elspa hevur 784)
Tað skerst tó ikki burtur, at vera stigini í top10 listanum tikin í fullum álvara (og hví ikki tað?)
ja, so kunnu teir gomlu gubbarnir trygt leggja seg afturá eina løtu afturat og siga sum so ….. vit vóru bara nakað heilt fyri seg – ella?

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Topp 10 listin yvir hægstu stig

Stigini eru rættaði

Svimjistigini útfyri metlistanum eru komin uppá pláss. Skeivleikin hevur verið, at allar tíðir í metlistanum hava fingið stig sum um tey øll vóru svomin eftir nýggjastu stigatalvuni hjá Fina 2005 og hetta er ikki rætt siga tey serkønu og tað mugu vit so rætta okkum eftir. Tíð, ið er svomin áðrenn 2005 skal hava stig eftir táverandi galdandi stigatalvu og hetta verður standandi í metlistanum.

Tá so metið verður skift út (tikið) kemur  sjálvsagt tað nýggja stigið fyri tíðina at standa eftir stigatalvu hjá Fina, ið tá er í gildið.

http://schwimmen.dsv.de/Modules/General/Points.aspx?Lang=de-DE

Vónandi skuldi hetta verið komið uppá pláss. Stigini, ið standa útfyri metunum, ið eru eldri enn frá 2001 eru úr svimjihondbókini. Vónandi eru tey røtt og um komið verður framá onkran feilin so vinarliga gerið vart við tykkum.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Stigini eru rættaði

FM seinasta útkall at kvalifisera seg til Oyl-2007

Undir “Metlistar og kravtíðir” liggur Oyl-07 listin við nøvnum og tíðum, ið higartil hava klárað kravtíðirnar. Seinasti møguleikin, at kvalifisera seg verður til FM í Havn, 27.-29. apríl 2007.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on FM seinasta útkall at kvalifisera seg til Oyl-2007

Mona Simonsen við til HM

Nú Elspa Mørkøre hevur givið avboð til HM-07 er 2. svimjarin úttikin eftir galdandi úttøkutreytum har tvey av hvøjrum kyni fáa møguleikan.
4. svimjarin, ið myndar svimjihópin til HM verður sostatt Mona Simonsen úr TS.
Hetta er greitt eftir at altjóðasvimjisambandið FINA  hevur boðað SSF frá, at møguleikin  fyri at tveir svimjarar til eina/somu grein hava møguleikan at lutaka.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Mona Simonsen við til HM

Oyggjaleikirnir á Rodos 2007

Fá meiri at vita um oyggjalekirnar á Rodos við at fara inn á: www.oyl.fo

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Oyggjaleikirnir á Rodos 2007

Avboð til HM-2007

Elspa Mørkøre verður ikki við til HM-2007 í Melbourne í Australiu.

Hetta hevur hon boðað SSF frá í t-posti, hin 29. januar 2007.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Avboð til HM-2007