Venjingin leygarmorgun

Ja, so er bert eitt samdøgur til kappingin byrjar og okkara svimjara skulu royna seg  fyri fyrstu fer i eini HM kapping. Hetta er sjálvandi ein sera stór avbjóðing, men vit hava góðar vónir um at fáa heiðurlig urslit.

Tiðin siðan vit komu higar er nýtt til at fáa kroppin tillagan tíðarmunin. Tað er ju 11 timar a muni, men komandi nátt flyta vit klokkuna eina tima aftur, samstundis sum klokkan i Føroyum verður flutt ein tima fram. Hetta merkir at tiðarmunurin styttis til 9 timar.

Vit búgva val og hava góðar umstøður við eting og transporti. Tó er onkur túrur i bussinum i longra lagi. Veðrið hevur verið gott síðan vit komu fram. Temp. liggur um 25 gradir um dagin. Onkran dag er yvirskýggja, men sólin er eisini frammi inn i millum.

Her er leygarmorgun nú og svimjaranir hava vant i kappingarhylinum. Tað serliga startir tey venja nu. Hetta er jú sera stórt og annarleiðis enn tey eru von við heima so umráðandi er at royna alt so gott sum nu einferð ber til. Tey er val fyri og i góðum hýri so vit hava góðar vónir nu kappingarnar fara i gongd um eitt samdøgur.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Venjingin leygarmorgun

Nú skal HM-svimjast …..

Leygarkvøldið kl. 23.00 (í Melbourne er tað sunnumorgun kl. 10) er HM-svimjing á skránni hjá føroysku svimjarunum.

Í 5. kapping –  400 metrar frí – skulu Jutta og Mona í 50 m. hylin frammanfyri 100 – ja kanska fleiri 1000 áskoðarum við upptøku- og myndatólum og hvat veit eg (vit), at gera sítt besta.

Báðar eru tær í 3. riðli av 9 og sambært tilmeldingarlistan er besta tilmeldingartíð 04.02.13 og ringasta tilmeldingartíð 05.22.86

Heimsmeistarin, Lauré Manaudou (86) úr Fraklandi við tíðini 04.02.13, ið hon setti í Ungarn 6. aug. 2006, er eisini við og svimur hon sjálvsagt í besta og síðsta riðli (9) á geil 4.

Tilm. tíðin hjá Monu er 04.40.94 og tíðin hjá Juttu er 04.36.52

Áhugaði hava møguleikan at fylgja við.

Far í høgru síðu á framsíðuni hjá Svimjisambandinum og klikk á Altjóðasvimjisamband FINA ella á Evropeiska svimjisamabndi LEN

og so skuldi leiðin verið opin niður til 12. World Championships 2007 í Melbourne.

Vit fara eisini at hava tíðindir o.a. við myndum eftir førimuni og møguleiki er eisini hjá teimun at skriva beinleiðis tíðindir á heimasíðuna hjá svimjisambandinum  …..

Vit ynskja teimun góða eydnu víðari í HM-kappingini ………..

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Nú skal HM-svimjast …..

Teitur er eisini við

Á venjingardøgunum í Melbourne, Australia, vóru svimjarnir so hepnir at møta føroyska sangaranum Teitur Lassen, sum er á tónleikaferð har um leiðir. Teitur var sera glaður fyri at Føroyar nú kunnu peila seg upp ímóti teimum stóru tjóðunum, eins og hann sjálvur hevur prógva, tá hann fyri stuttum vann Danish Music Awards sum besti sangari í danska kongaríkinum.

Í myndasavninum eru lagdar nakrar myndir av svimjarunum, har tey millum annað eisini eru  avmyndaði saman við Teiti.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Teitur er eisini við

HM-liðið í Melbourne

Hm-ferðaliðið er komið fram í øllum góðum til Melbourne.

Tíðarmunurin er 11 tímar – t.v.s. at nú kl. 20.25 sunnukvøld, hin 18. mars her í Føroyum er kl. 07.25 í Melbourne 19/3 og mánamorgun.

Tey eru sera troytt eftir ein langan flúgvitúr, men annars alt væl og lata heilsa øllum her heima.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on HM-liðið í Melbourne

Føroyska HM-liðið ávegis til Melbourne

Soljóðandi t-post hava vit móttikið frá teimun:
“Ja, so eru vit á veg til Melbourne. Fóru úr Føroyum fríggjakvøldið til
Keypmannahavn. Vit hava vant í morgun í Keypmannahavn og fóru so til
Frankfurt har vit sita nú. Skulu flúgva umvegis Singapore og vera eftir
ætlan frammi í Melbourne mánamorgunin 19. mars kl 07, lokala tíð. Hetta er
ein langur túrur men øll eru væl fyri og gleða seg at koma uppá pláss. Øll
lata heilsa heima.”

So hvørt vit frætta meiri leggja vit tað út á heimasíðuna skjótast gjørligt.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Føroyska HM-liðið ávegis til Melbourne

Skeggjar sigur frá …..

Nevndin í “Skeggjar” er:

Jørgen Nielsen, formaður

Agnas Heinason, skrivari

Lív Magnussen, kassameistari

(fleiri upplýsingar undir Starvsnevnd o.a. (Svimjifeløg)

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Skeggjar sigur frá …..