Næstu kappinganar ….

26. mars verður 200 frí hjá monnum – kapp. nr. 10 –  og tað verður longu í morgin 26/3 har Pál skal royna seg. Hann svimur í 5. riðli av 15 og er á geil 8

27. mars í kapping nr. 16  – 200 frí –  skulu Mona og Jutta í hylin.

Mona svimur í riðli 3 av 14 á geil 2 við tilm. tíð 2.17.28

Jutta er í 4. riðli á geil 1 við tilm. 2.16.01

Besta tilm. tíðina  1.56.73 hevur Annika Lurz úr Týsklandi

Ringasta tilm. tíðin er 2.44.96

Metið eigur týska gentan Fransziska VAN Almsick við tíðini 01.56,64 sett í Berlin 3. aug. 2002

118 luttakarar eru við í 200 frí

Menninir fara eisini at kappast í 800 frí – kapping nr. 17

Pál skal í riðli 2 av 6 á geil 8 svimja við tilmeldingartíðini 08.49.89

Svimjarin við bestu tilm. tíð hevur 07.48.54 og tað er ongin annar enn eigarin av heimsmetinum Grant Hackett við tíðini 07.38.65, ið hann setti í Australiu fyri 2 árum síðani.

Hetta verður eitt tungt “hál hjá Pál”, ið liggur góðan minuttin aftanfyri.

Ringasta tilm. tíðin er 11.05.32

Her liggur Pál so í øllum førum 1.16 min. frammanfyri. Um hetta fer at halda so skuldi Pál fingið eina plassering í betru helvtini teimun 46 svimjarunum.

800 frí Kvinnur

Mona og Jutta skulu í hylin at svimja 800 frí og tað verður ikki fyrrenn fríggjadagin 30. mars og er hetta kapping nr. 29

Tær eru aftur endaðar í sama riðli nr. 2 av 7 har Jutta er á geil 3 og Mona á geil 6

Jutta er tilm. við tíðini 09.33.64 og Mona 09.35.39

Besta tilm. tíð er 08.19.29 (Laura Manaudou úr Fraklandi, ið vann 400 meturin innleiðandi og ringasta tíðin er 11.20.64 og so er ein svimjari við ongari tilmeldingartíð.

Eins og hjá Páli er eitt fitt lop upp til nr.1. Her er ein góður minuttur (01.15,??)  á muni. Ì mun til ringastu tíð so liggja tær næstan 2 minnutir frammanfyri ringastu tilmeldingartíð, so her má sigast at vera rættuliga stórur munur millum nr. 1 og nr 58 – uml.  góðir 3 minuttir. (08.19.29 og 11.20.64)

Heimsmetið í 800 frí eigur Janett Evans úr USA og  er tað frá 20. aug. 1989, ið hon setti í Tokyo fyri skjótt 18 árum síðani. Spennandi verður at frætta um unga franska svimjistjørnan Laura Manaudou fer at taka gamla metið.

Og nær skal Kristian svimja?

Jú, Kristian skal í hylin fyri fyrstuferð í 100 frí og tað verður mikudagin 28. mars í kapp. nr. 17.

Kristian svimur í riðli 8 av 22 á geil 7 við tilm. tíð 00.55.55

Besta tílm. ið hevur Roland Schoeman 00.48.28 og ringasta tilm. tíðin er 01.27.00

Heimsmetið eigur Pieter VAN DEN Hoggenband úr Niðurlondum við tíðini 00.47.84 –  ið varð sett 19. sept. 2000. Hann er er eisini við í kappingin og liggur í 21. riðli

Allir teir allarbestu svimjararnir verða seedaðir í teimun seinastu riðlunum.

Luttakaratalið í 100 frí er heili 22 x 8 = 176

Síðani verða 16 teir skjótastu tiknir út til eina semifinalu og 8 teir bestu fara so víðari til sjálva finaluna.

Spennandi verður, men eins og í øllum hinum svimjigreinunum mugu vit taka til takkar við at vera áskoðarar.

Kristian skal eisini í hylin fríggjadagin 30/3 har kappast verður í í 50 m. frí – kapping nr. 28.

Kristian hevur tilm. tíðina 00.24.56 og besta tilm. tíðin er 00.21.84 og ringasta 00.40.00

Her skal viðmerkjast, at heili 14 svimjarar hava onga tilmeldingartíð.

Kristian svimur í riðli 14 av 24 og er á geil 8.

Heimsmetið í 50 frí eigur ongin annar enn russarin Alexander Popov. Heimsmetið er frá 16. juni 2000 – sett í Moskva. Hann er tó ikki við so Kristian fær nokk ongar trupulleikar av honum hesuferð.

Eisini verður 200 frí hjá monnum – kapp. nr. 10 –  og tað verður longu í morgin 26/3 har Pál skal royna seg. Hann svimur í 5. riðli av 15 og er á geil 8

Til ber eisini at fylgja við beinleiðis…………

Frásøgn beinleiðis á  www.eurosport.com

Live timing er á www.omegatiming.com
Høgraklikk á leinkjuna og vel nýtt vindeyga

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Næstu kappinganar ….

400 m fri Kvinnur

Mona Simonsen og Jutta Thomsen umboðaðu okkum í kappingini 400 m frí hjá kvinnum. Tær komu í sama riðil og her gjørdu tær bart og tóku 1. og 2. plássið.

Mona vann við tíðini 4.34.47 og Jutta bleiv nummar 2 við tíðini 4.36.15. Hetta gevur teimum endaliga plasering sum ávikavist nr. 46 og 49 av 66 luttakarum.

Vit eru nú liðug við kappingarnar í dag. Vit hava havt ein góðan dag og føroysk svimjing hevur vunnið sær pláss á heimskortinum, við okkara luttøku her i Melbourne.

Okkara svimjara gera sær so avgjørt ikki fyri skommum her í HM.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on 400 m fri Kvinnur

Pál svomið

Ja, so hevur fyrsti Føroyingurin svomið í HM kapping fyri Føroyar. Tað er Pál Joensen, ið júst hevur svomið seg til eitt 52. pláss í kappingini 400 m frí.

Pál svam í 3. riðli og varð hann fyrstur á mál í hesum riðli.
Hetta er eitt gott úrslit og eru vit øll væl nøgd við hetta.

Jutta og Mona skulu í kapping seinni í dag og tá frætta tit meiri frá okkum.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Pál svomið

HM I Melbourne

Til tykkara kunnleika kunnu vit siga frá, at EuroSport sendir nógv beinleiðis frá svimjingini og m.a. hava teir sent beinleiðis síðan byrjan í morgun og halda fram út á dagin.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on HM I Melbourne

Pál Joensen fer í hylin kl. 01.20

Pál Joensen skal í hylin kl. 01.20 føroyska tíð “OBS!!!”  (ja, tá hava vit flutt klokkuna 1 tíma “fram”) og í Melbourne er sunnumorgun og kappingin byrjar kl. 10.00

Aftaná midnátt er tíðarmunurin farin úr 11 niður í 9 tímar (vónandi ferð tíðin hjá svimjarunum sama veg) Pál svimur í riðli 3 og onki er avgjørt enn!!!! …………tey flyta eisini klokkuna so nú kunnu tit sjálvi rokna út um íbúgvararnir í Melbourne seta “garðsmøblarnar” út ella inn …..

Tíðindini koma beinleiðis inn á heimasíðuna so hvørt okkurt nýtt er at frætta ..

Rokni við at Palli skrivar okkurt um støðuna kl. kl. 02.30 í nátt ……….men tey sum ikki tíma  at bíða kunnu bara fara í song og tíðliga upp í morgin at lesa HM-svimjitíðindir ……

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Pál Joensen fer í hylin kl. 01.20

Kappingarbyrjan

Ja, so eru bert 14 tímar til klokkan er 10.00 lokal tíð, og fyrsta kappingin byrjar. Hetta er 100 m firvald hjá kvinnunum. Eftir hetta (uml kl 10.20 lokal tíð) fer fyrsti føroyingur í kapping. Tað er Pál Joensen, sum skal svimja 400 m frí. Her er Pál í heat 3 av 10.

Jutta Thomsen og Mona Simonsen skulu eisini í kapping longu fyrsta dagin. Tær luttaka í 400 m frí og byrja uml kl 11.50. Tær eru báðar í heat 3 av 9.

Svimjarnir skulu møta í høllini uml 2 tímar áðrenn kappingin byrjar. Teir eru nú farnir til hvíldar so teir kunnu vera væl fyri í morgin.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Kappingarbyrjan