400 m fri Kvinnur

Mona Simonsen og Jutta Thomsen umboðaðu okkum í kappingini 400 m frí hjá kvinnum. Tær komu í sama riðil og her gjørdu tær bart og tóku 1. og 2. plássið.

Mona vann við tíðini 4.34.47 og Jutta bleiv nummar 2 við tíðini 4.36.15. Hetta gevur teimum endaliga plasering sum ávikavist nr. 46 og 49 av 66 luttakarum.

Vit eru nú liðug við kappingarnar í dag. Vit hava havt ein góðan dag og føroysk svimjing hevur vunnið sær pláss á heimskortinum, við okkara luttøku her i Melbourne.

Okkara svimjara gera sær so avgjørt ikki fyri skommum her í HM.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on 400 m fri Kvinnur

Pál svomið

Ja, so hevur fyrsti Føroyingurin svomið í HM kapping fyri Føroyar. Tað er Pál Joensen, ið júst hevur svomið seg til eitt 52. pláss í kappingini 400 m frí.

Pál svam í 3. riðli og varð hann fyrstur á mál í hesum riðli.
Hetta er eitt gott úrslit og eru vit øll væl nøgd við hetta.

Jutta og Mona skulu í kapping seinni í dag og tá frætta tit meiri frá okkum.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Pál svomið

HM I Melbourne

Til tykkara kunnleika kunnu vit siga frá, at EuroSport sendir nógv beinleiðis frá svimjingini og m.a. hava teir sent beinleiðis síðan byrjan í morgun og halda fram út á dagin.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on HM I Melbourne

Pál Joensen fer í hylin kl. 01.20

Pál Joensen skal í hylin kl. 01.20 føroyska tíð “OBS!!!”  (ja, tá hava vit flutt klokkuna 1 tíma “fram”) og í Melbourne er sunnumorgun og kappingin byrjar kl. 10.00

Aftaná midnátt er tíðarmunurin farin úr 11 niður í 9 tímar (vónandi ferð tíðin hjá svimjarunum sama veg) Pál svimur í riðli 3 og onki er avgjørt enn!!!! …………tey flyta eisini klokkuna so nú kunnu tit sjálvi rokna út um íbúgvararnir í Melbourne seta “garðsmøblarnar” út ella inn …..

Tíðindini koma beinleiðis inn á heimasíðuna so hvørt okkurt nýtt er at frætta ..

Rokni við at Palli skrivar okkurt um støðuna kl. kl. 02.30 í nátt ……….men tey sum ikki tíma  at bíða kunnu bara fara í song og tíðliga upp í morgin at lesa HM-svimjitíðindir ……

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Pál Joensen fer í hylin kl. 01.20

Kappingarbyrjan

Ja, so eru bert 14 tímar til klokkan er 10.00 lokal tíð, og fyrsta kappingin byrjar. Hetta er 100 m firvald hjá kvinnunum. Eftir hetta (uml kl 10.20 lokal tíð) fer fyrsti føroyingur í kapping. Tað er Pál Joensen, sum skal svimja 400 m frí. Her er Pál í heat 3 av 10.

Jutta Thomsen og Mona Simonsen skulu eisini í kapping longu fyrsta dagin. Tær luttaka í 400 m frí og byrja uml kl 11.50. Tær eru báðar í heat 3 av 9.

Svimjarnir skulu møta í høllini uml 2 tímar áðrenn kappingin byrjar. Teir eru nú farnir til hvíldar so teir kunnu vera væl fyri í morgin.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Kappingarbyrjan

Venjingin leygarmorgun

Ja, so er bert eitt samdøgur til kappingin byrjar og okkara svimjara skulu royna seg  fyri fyrstu fer i eini HM kapping. Hetta er sjálvandi ein sera stór avbjóðing, men vit hava góðar vónir um at fáa heiðurlig urslit.

Tiðin siðan vit komu higar er nýtt til at fáa kroppin tillagan tíðarmunin. Tað er ju 11 timar a muni, men komandi nátt flyta vit klokkuna eina tima aftur, samstundis sum klokkan i Føroyum verður flutt ein tima fram. Hetta merkir at tiðarmunurin styttis til 9 timar.

Vit búgva val og hava góðar umstøður við eting og transporti. Tó er onkur túrur i bussinum i longra lagi. Veðrið hevur verið gott síðan vit komu fram. Temp. liggur um 25 gradir um dagin. Onkran dag er yvirskýggja, men sólin er eisini frammi inn i millum.

Her er leygarmorgun nú og svimjaranir hava vant i kappingarhylinum. Tað serliga startir tey venja nu. Hetta er jú sera stórt og annarleiðis enn tey eru von við heima so umráðandi er at royna alt so gott sum nu einferð ber til. Tey er val fyri og i góðum hýri so vit hava góðar vónir nu kappingarnar fara i gongd um eitt samdøgur.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Venjingin leygarmorgun