Metlistarnir eru dagførdur ….

Vit hava nú dagført øll metini, ið vóru sett á oyggjaleikunum á Rhodos 2007 og tey, ið eru sett til EJM-07 í Antwerpen.

Oyggjaleikayvirlitið á Rhodos er dagført við býtið av heiðursmerkjum og tíðum.

Samanlagt hava okkara svimjarar vunnið 120 heiðursmerkir á teimun 12 oyggjaleikum, ið byrjaðu á Isle of Man í 1985

40 gull, 32 silvur og 48 bronsu.

Tað hevur verið heldur tómligt á heimasíðuni tá talan hevur verið um at skriva um tey sera góðu úrslitini, men tíbetur so hava fjølmiðlarnar verið sera dugnaligir og tað siga vit teimun sjálvandi stóra tøkk fyri. Hetta at so lítið er skrivað skyldast í høvuðsheitum at fólk eru í summarfrí og tað má so vera teimun væl unt.

Føroyafólk hava fylgt við í kringvarpinum og øll eru tey samd um at svimjingin var hæddarpunktið á oyggjaleikunum og spenningurin hevur verið “øgiligur” á klettunum, tá okkara svimjarar skiftust um at standa ovast á heiðurspallinum, meðan tjóðsangurin rungaði um alt Rhodos. Jú, sannliga vóru hetta rørandi løtur, ið vit fara at minnast aftur á við gleði – í hvussu so er til komandi oyggjaleikir, ið verða á Álandi um tvey ár. Tá fara vit aftur at gera okkara besta, men eitt er vist, at okkara oyggjaleikavinir fara at gera alt fyri at vinna á okkum. Men hvat, tá teir kunnu gerast betur so kunnu vit eisini!!

Sum frálíður fara vit at leggja myndir frá Rhodos o.a. inn á myndasavni. Alt hetta fara vit at fáa avgreitt sum skjótast.

Samanumtikið hava okkara svimjarar framt eitt bragd innan føroyska svimjing og tað eru vit øll somul tykkum takksom fyri og ynskja enn einaferð hjartaliga tillukku.

Vit vóru jú nummar 1

Við svimjikvøðu

Starvsnevndin

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Metlistarnir eru dagførdur ….

Rhodos 2007

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Rhodos 2007

Tillukku

Nú eru oyggjaleikirnir av á hesum sinni og svimjarnir eru ávegis heimaftur. Nøkur eru longu komin og nøkur koma í dag, sunnudag.

Starvsnevndin ynskir tykkum øllum hjartaliga tillukku við úrslitunum. Tit hava gjørt eitt megnararbeiðið. Tað hevur verið hugaligt at frætt hvussu heiðursmerkini hava streyma inn og vit kunnu staðfesta at hetta eru teir bestu oyggjaleikir fyri Føroyar og føroyska svimjing, nakrantíð.

Hjartaliga tillukku og vælafturkomin

Vh

Starvsnevndin

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Tillukku

Í eldin í morgin av álvara ….

Nú er “slutt” við venjing – nú skal av álvara svimjast og tað skjótt!!

Kl. 06.45 syftusøkumorgun (2/7) vera svimjararnir vaktir og kl. 07.00 sita teir við morgunmatarborið. Mannagondin allar dagarnar er løgd soleiðis tilrættis, at tey, ið ikki skulu svimja verða fyrst koyrd út til svimjihylin og finna eitt gott “sitipláss” og síðani verður farið eftir teimun, ið skulu svimja innleiðandi.Tá innleiðandi er av um 12`tíðina verður farið aftur á hotellið at eta og hvíla til finalurnar, ið verða frá kl. 18.30 til 22.00

So verður farið beinleiðis at eta og so undir fjarðarnar sum skjótast.

Hetta verður lívið teir næstu 4 samdøgrini.

Vit koma seinni at hava myndir o.a. at vísa, men nú meðan kappingin gongur verður neyvan tíð til meiri at frætta frá okkum her á heimasíðuni.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Í eldin í morgin av álvara ….

Oyggjaleikir – fráferð/afturkoma

Fráferðin hjá føroyska svimjihópinum verður mánadagin, 25. juni 2007 kl. 17.30

Luttakararnir skulu møta á flogvøllinum kl. 15.30

Minnist til passið!!

Vit millumlenda í Kastrup og fara so víðari við sama flogfarið til Rhodos.

Nágreiniliga nær vit vera á RHODOS er ikki lætt at siga, men roknast má við einaferð um 2-3 tíðina..

Vit koma at búgva á IXIAN GRAND HOTEL, ið liggur uml. 6 km. frá sjálvum Rhodos býi. Um tit fara inn á Google og skriva navnið á hotellinum so síggja tit hvar vit búgva.

Tey flestu av okkum hava eina fartelefon, men tað er ikki bíligt at ringja. Um tit vilja hava fatur á okkum so ber til at ringja á fartlf. 214160

Svimjikappingarnar byrja mánamorgunin (2/7)og enda hóskvøldið (5/7) og byrjað verður hvønn morgun kl. 09.00 og finalurnar kl. 18.00.

Annars verða tíðindir at frætta allatíðina í Kringvarpinum og vit fara leypandi at hava okkura tíðindir her á heimasíðuni.

——————

Heimkoman er sett til at vera av Rhodos 8. juli kl. 02.40 (sunnumorgun) t.v.s. beint eftir midnátt í Føroyum. Tíðarmunurin er 2 tímar. Roknast má við uml. 7-8  tímun við millumlendingum so vit vera kanska í Vágunum einaferð tíðliga fyrrapartin sunnudagin. Lat okkum siga fyribils uml. kl. 07.00

Alt hetta verður meiri greitt sum frálíður!!!!

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Oyggjaleikir – fráferð/afturkoma

Kalendarafundur

Svimjinevndin boðar til kalendarafund komandi sunnudag, 10. juni kl 10.00. Fundurin verður í Leynum og verða feløgini biðin um at senda í mesta lagið 3 umboð til fundin.

Boðað frá luttøku til Jórun Eið Johannesen á teldupost: jj1605k4@skulin.fo

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Kalendarafundur