6 nýggj føroysk met til Elspu

Í svimjikapping í Thisted Cup 2007 hevur Elspa Mørkøre sett 6 nýggj føroysk met.

Tilsamans yvir 2 fylgjandi vikuskiftir hevur hon sett 9 nýggj føroysk met:

3 vóru sett í Kolding vikuskifti 28.-30. sept. og hetta vikuskifti í Thisted 5.-7. okt, hevur Elspa sett 6. Tilsamans 9, harav tað eina átti Nathalia úr Ægir.

Metið í 100 firvald, ið Nathalia Reinhardt úr Ægir hevur átt síðani FM-2005 (01.06.65)  varð tikið við tíðini 01.05.51 og hini 5 metini átti Elspa sjálv:

50  rygg  00.29.36 (gl. m. 00.29.43)

100 rygg  01.03.78 (gl. m. 01.04.51)

100 frí     00.58.07 (gl. m. 00.58.25)

100 blandað  01.05.73 (gl. m. 01.06.92)

200 blandað 02.21.22 (gl. m. 02.21.49)

Úrlitini síggjast á Live Timing.dk og vel  Thisted Cup 2007

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on 6 nýggj føroysk met til Elspu

Elspa sett 3 nýggj føroysk met

Í stórari svimjikapping í Kolding síðsta vikuskifti hevur Elspa Møkøre betrað um síni egnu føroysku met í 50, 100 og 200 rygg við tíðunum:
00.29.43 (50 rygg), 01.03.87 (100 rygg) og 02.16.03 (200 rygg)

Úrslitini kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Danska Svimjisambandinum

hwww.svoem.dk/resultatfiler/2066/resultatliste_lordag_finaler.pdf
www.svoem.dk/resultatfiler/2066/resultatliste_sondag_finaler.pdf

Jutta Thomsen, ið eisini svimur í stóra svimjifelagnum WestSvim í Esbjerg varð eisini tilmelað, men vegna búkilsku bleiv tað ikki til tað nógvu svimjingina.

Komandi vikuskifti skal Elspa luttakað í kapping í Thisted.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Elspa sett 3 nýggj føroysk met

2 nýggj í starvsnevndina

Til komandi aðalfundin hjá SSF standa 2 starvsnevndarlimir fyri vali, samb. § 8 í lógum SSF´s:


§8
. Starvsnevndin

Í starvsnevndini sita:

formaður, næstformaður og skrivari.

Teir verða valdir einsæris á aðalfundinum fyri eitt 2 ára skeið. Teir verða valdir 2 annaðhvørt ár og ein annaðhvørt ár. Valdur verður tiltakslimur fyri eitt 1 ára skeið.

Helgi á Fløtti, skrivari (næstform.) og Oluffa á Høvdanum, kassameistari standa fyri vali og tey hava boðað frá, at tey takkað fyri seg og stilla ikki uppaftur.

Sostatt skulu 2 nýggir starvsnevndarlimir veljast og SSF heitir við hesum á feløgini um, at hava hetta í huga og koma við vælevnum/uppskotum at velja inn í starvsnevndina fyri eitt 2-ára skeið.

Meiri um aðalfundin at lesa undir “Lógum”.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on 2 nýggj í starvsnevndina

Kravtíðir 2007/08

Undir “Metlistar og Kravtíðir” síggjast nýggju kravtíðirnar “Unglingalið 2007/08” og  “Elitulið 2007/08″ hjá “gentum & dreingjum”, ið landsliðsvenjarin Brian hevur sett.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Kravtíðir 2007/08

Aðalfundurin

Aðalfundurin verður í ÍSF-húsinum kl. 10.00 hin 27. okt. 2007.

Dagsskráin er hendan:

1. Val av orðstýrara

2. Starvsnevndarformaðurin leggur fram frágreiðing frá virki felagsins í farna ári

3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan rokniskap

4. Innkomin mál

5. Val av nevndum og eykamonnum

6. Ymiskt

Víst verður annars til “Lógir og Svimjireglur”.  (lógir)

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Aðalfundurin

Oyggjaleikavinnarar 2007

“Oyggjaleikavinnaramyndin”   Rhodos 2007

Myndir talar fyri seg ……….

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Oyggjaleikavinnarar 2007