Heilsan

Í samband við FM 2008 og at altjóða svimjisambandið fyllir 100 ár í ár, hava vit fingið hesa heilsan frá FINA forsetanum.

Kæru arbeiðsfelagar og vinir.

Í 2008 hátíðarheldur FINA 100 ára stovningardagin. FINA varð sett á stovn hin 19.juli 1908 í samband við OL í London. 8 lond vóru við frá byrjan, tey vóru Belgia, Danmark, Finnland, Frakland, Týskland, Stóra Bretland, Ungarn og Svøríki.

Umboð úr hesum londum virkaðu sum stovnarar av FINA og nú, 100 ár seinni, er FINA umboðað við svimjisambondum í 195 londum í øllum heiminum.

Í hesum serliga felagsskapi, sum hátíðarheldur 100 ár av stríði og góðum úrslitum, vil eg minna á, týdningin av okkara ítrottargrein í sosiala samfelagnum í hvørjum einstakum landi.

Svimjing er meira enn bert ein ítrottargrein, svimjing bjóðar okkum eisini lærdóm í lívinum :

·       Ein skúli við fysiskari útbúgving – Ongin onnur ítrottargrein bjóðar betri ískoyti til harmoniska búning av barnakroppinum.

·       Ein skúli við tryggari útbúgving – har ið vit, við at duga at svimja, kunnu bjarga mannalívum í vatninum.

·       Ein skúli við hvíld og vælveru fyri kropp og sinn.

·       Ein skúli við socialari harmoni – sum tekur lut í einum samfelag, bæði í vatni og á turrum.

·       Og ein skúli við fair play. Tað er mangan víst av okkara fremstu íðkarum at teir duga at vísa virðing, tolsemi og vinarlag, annaðhvørt teir kappast ella stuðla hvørjum ørðum.

Hvørt av okkara svimjisambondum hava til uppgávu at nýta hesar fyrimunir til best møguliga áhuga.

Hóast vit ferð eftir ferð síggja góð, og støðugt betrandi úrslit í kappingum sum OL, HM og heimligum stevnum, er enn nógv eftir at gera í nógvum londum. Eg vil tí eggja avvarandi myndugleikar at hjálpa okkara svimjisambondum við at játta neyðugan stuðul til at gera eina menningarætlan fyri vatn-ítrott sum umfatar fylgjandi :

·         At verja vatn, sjálvandi.

·         At byggja hyljar og skapa møguleikar fyri fleiri spæli og venjingarøkjum.

·         Frálæra í svimjing skuldi verið kravd í skúlum.

·         At skapa fast samstarv við allar almennar myndugleikar : heilsu og skúlamálaráð, kommunur osfr.

·         At leita jaligan stuðul í miðlum og ynskja at teir stuðla hjálparfólki í teirra sjálvbodna arbeiði sum venjarar og fyriskiparar.

Tað er ikki altíð lætt at finna fígging til slík verk. Men altjóða samstarv skuldi verið alt meiri sjónligt í ítrottarheiminum av tí at tað kann vera við til at ímynda frælsi og harmoni.

Í dag æra vit teimum sum hava veitt sítt íkast til FINA søguna, íðkarnir sjálvandi. Men eisini venjarar og hjálparfólk teirra.

Einastandandi síður í ítrottarsøgubókini eru skrivaðar seinastu 100 árini. Ikki bara á altjóða støði, men eisini í nærumhvørvi. Í dag takka vit serliga øllum teimum sjálvbodnu sum hava veitt tíð og orku til okkara ungdóm. Uttan tey høvdu vit ikki havt slíka viðgongd.

Mustapha Larfaoui, Forseti

Posted in Felagsskapur, Tíðindaskriv | Comments Off on Heilsan

FM

Starvsnevndin saman við svimjinevndini hevur ásett at halda FM 2009 í døgunum 9 til 11. maj.

Posted in Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on FM

Oyggjaleikir 2009

Oyggjaleikirnir í 2009 vera á Álandi í døgunum 27. juni til 4. juli.

Svimjisambandið hevur nú avgjørt vit vera við til hesar leikir. Í hesum sambandi hava venjarnir sett kravtíðirnar sum galda fyri úttøku til leikirnar. Kravi er 3. besta tíð frá seinastu Oyggjaleikium á Rhodos.

Posted in Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Oyggjaleikir 2009

FM Beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum

Í dag, leygardag, sendir Rás1 beinleiðis frá finalunum seinnapartin. Byrja verður kl 16:20 og fystu finalan byrjar kl 16:30.

Væntandi verður liðugt uml kl 18:45

Posted in Kapping | Comments Off on FM Beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum

FM Beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum

Í sambandi við árligu føroyameistarastevnuna í svimjing, sum verður í Tórshavn um vikuskiftið, hevur Svimjisambandið gjørt av at royna framleiðslu og beinleiðis sending av øllum finalum í sjónvarpi.

Samstarvsavtala er gjørd við Televarpið, R2Net og Rás 2.

Kappast verður eftir hesi skrá:

Fríggjadag 16. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 13:30 og finalur frá kl 18:00
Leygardag 17. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 09:30 og finalur frá kl 16:30
Sunnudag 18. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 08:30 og finalur frá kl 15:30

Finalurnar verða vístar beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum, hvønn dag, og byrjað verður fríggjadagin kl 17:45.

Posted in Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on FM Beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum

FM í Svimjing 2008

FM í svimjing verður í Tórshavn komandi vikuskiftið. Byrja verður við upphiting fríggjadagin kl 12:00 og fyrstu innleiðandi kappingar verða kl. 13:30.

Fyrstu finalurnar verða fríggjakvøldið kl. 18:00.

FM heldur fram leygar- og sunnudagin.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on FM í Svimjing 2008