Lógin fyri Svimjisamband Føroya er nú dagførd her á síðuni.
Frágreiðing frá aðalfundinum
Aðalfundur í Svimjisamband Føroya 25. oktober 2008
Fundarfrágreiðing
ÍSF-húsið
kl 10.00
Møtt:
SSF: Palli Ziskason, Maud Poulsen, FS: Øssur Mohr, Andrea Eldevig, Heðin Olsen HS: Sigurd Lamhauge, Evald Rasmussen, Flot: Snorri Jensen, Maria Danielsen, Ægir: Símun Akursmørk Susvim: Palli Eystberg, Malan Kjærbo, Jon Hestoy, Skeggjar: Lív Magnussen, Agnas Heinason Reki: John Olsen
Orðstýrari: Katrin Joensen
Skrivari: Ninna R. Ørvarodd
Avboð:
Jórðun Eið burturstødd í ørindum fyri Svimjisambandið
Ikki møtt uttan avboð:
Skrá:
1. Val av orðstýrara
2. Starvsnevndarformaðurin leggur fram frágreiðingar frá virki sambandsins í farna ári
3. Kassameistarin leggur fram granskoðaðan rokniskap
4. Innkomin mál
5. Val av nevndum og eykamonnum
6. Ymiskt
AD 1
Palli Ziskason skeyt Katrin Joensen upp til orðstýrara, og var hon einmælt vald. Klappað var fyri henni
AD 2
Palli Ziskason las formansfrágreiðingina upp.
AD 3
Maud Poulsen las roknskapin upp
Sigurd Lamhauge ynskir at tað framyvir klárt framgongur hvussu nógvir pengar verða nýttir at ferðast fyri og hvussu nógv verður nýtt til skeiðir. Inntøkan frá Atlantic skal somuleiðis inntøkuførast.
AD 4
Starvsnevndin í SSF hevur gjørt eitt uppskot til lógarbroyting. Hetta uppskot til sent feløgunum áðrenn fundin. Oraðskifti var um lógarbroytingarnar.
Hesar broytingar vóru góðkendarog skulu sendast stjórn ÍSF til góðkenningar og síðan leggjast fyri aðalfundi ÍSF:
7. Aðalfundurin
Hægsti myndugleiki í SSF er aðalfundurin, sum verður hildin í mai mánað. Aðalfundurin skal lýsast í bløðunum og á heimasíðu SSF ein mánað frammanundan.
Innkomin mál
Uppskot um lógarbroytingar og mál viðvíkjandi skipan av sambandinum, sum verða kravd viðgjørd á aðalfundi, skulu vera starvsnevndini í hendi 2 vikur fyri aðalfundin.
Uppskot kunnu leggjast fyri aðalfundin av feløgum í SSF, starvsnevndini, starvsnevnd ÍSF og grannskoðaranum. Hesi nevndu hava talurætt. Fundarskrá, uppskot um lógarbroytingar og onnur innkomin mál vera send feløgunum 8 dagar fyri aðalfundin.
Innkomin uppskot skulu standa á fundarskránni. Mál ið ikki standa á fundarskránni, kunnu bara viðgerðast, um 2/3 av atkvøðunum á aðalfundinum er fyri at taka tey til viðgerðar.
Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundurin skal verða hildin, um starvsnevndin ella helvtin av feløgunum í SSF skrivliga ynskja tað. Hesin skal verða lýstur 14 dagar frammanundan.
8. Starvsnevndin
Í starvsnevndini sita: formaður, næstformaður, skrivari og tveir nevndarlimir. Teir verða valdir einsæris á aðalfundinum fyri eitt tveyára skeið. Formaður og tveir nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár og næstformaður og skrivari annaðhvørt ár. Valdur verður tiltakslimur fyri eitt eittára skeið. Um tiltakslimur kemur inn í nevndina í árinum kann nevndin skipa seg av nýggjum, men valið á komandi aðalfundi skal fara fram sum um umskipan ikki var farin fram.
Starvsnevndin hevur øll fíggjar- og fyrisitingarlig viðurskifti um hendi. Aðalfundarsamtykt skal fyriliggja við keyp og sølu av fastari ogn.
Starvsnevndin kann seta kassameistara.
Starvsnevndin sendir einaferð árliga ÍSF frágreiðing um virki SSF. Starvsnevndin tekur avgerð um handan av heiðursmerkjum og virðislønum.
14. Fíggjarliga grundarlagið
Fíggjarliga grundarlagið er inntøkan av luttøkugjøldum, kappingum, partur av landskassastudningi, stuðulssvimjingum (sí reglugerð) o.ø.
Roknskaparárið er álmanakkaárið.
AD 5
Palli Ziskason skeyt upp at velja Jon Hestoy sum nýggjan formann í SSF. Onki annað uppskot til formann í SSF
Palli Eystberg og Andrea Eldevig vóru skotin upp sum nýggir nevndarlimir í SSF, og vóru tey einmælt vald sum nevndarlimir í SSF.
Símun Akursmørk valdur sum eykalimur í SSF.
Nevndin í SSF er sostætt hendan:
Jon Hestoy formaður, Maud Poulsen, Jórun Eið, Andrea Eldevig og Palli Eystberg. Eykalimur er Símun Akursmørk.
Poul N. Poulsen nýggjur limur í dómsnevndini fyri Hera á Lava.
AD 6
Boðað var frá, at á einum aðalfundi fyri nøkrum árum síðani, varð avtala at SUM skuldi hava tveir startar, hetta var eitt mistak og verða svimjireglarnir um tjóvstart brúktir.
Orðaskifti var um nýggja bólkabýtið, og røddir vóru frammi um at hetta bólkabýtið oyðileggur møguleikarnir fyri at fáa tilgongd serstakliga millum dreingirnar. Møguliga skal nýggjur bólkur 4 gerast. Eisini skal reglugerð fyri bólkabýtið og árgansbýttu kappingarnar gerast.
Feløgini legði stóran dent á týdningi at fáa ungdóms- og talent-landsliðsarbeiðið at virka aftur.
Fleiri nýttu høvið at takka Palla fyri tað arbeið hann hevur gjørt fyri SSF
Palli Ziskason nýtti somuleiðis høvi til at takka fyri seg, og var glaður fyri at hava verið við í arbiðinum SSF at frama.
Fundurin var lokin kl 13.00
Føroysk luttøka á norðurlendskari ráðstevnu
Í døgunum 23. – 26. okt var tann 9. norðurlendska ráðstevnan hildin í Selfossi í Íslandi, evnið var “Elementary Svimming Teaching”. Høvuðstalari var kendi kanadiumaðurin Steve Haufler, sum vísti ein hóp av hjálpiamboðum, m.a. einum stórum spegili, sum kann leggjast niður á botnin, so at svimjarin sær seg sjálvan, meðan hann svimur. Umframt vóru íslendingar, ið søgdu frá sínum royndum, og hvussu svimjingin var skipað í skúlunum / feløgum har.
Jórun Eið Johannesen, sum umboðaði Føroyar, mælir øllum svimjilærarum / venjarum at fara á komandi ráðstevnu, ið verður í Noregi í 2010. Á ráðstevnuni vóru uml. 130 luttakarar. Fleiri av luttakarunum, sum vóru væl royndir og á høgum stigi innan svimjingina, søgdu seg fáa nógv burtutúr.
Úttøkutreytir til EM
Starvsnevndind avgjørdi á fundi 30. oktober 2008, at hesar úttøkutreytir eru galdandi til EM í stuttum hyli í Rijeka, 11.-14. desember 2008:
Úttiknir verður teir 4 svimjararnar, ið hava hægst FINA-stig, omanfyri gullnálatíðina (NB! Gullnálatiðin á seinasta nálalistanum hjá SSF). Tíðirnar skulu vera svomnar í tíðarskeiðnum 1. september til og við 30. november 2008.
Reglugerð um limaskap og skifti av svimjifelag
Reglugerð um limaskap og skifti av svimjifelag
Svimjari hevur rætt til at vera limir í fleiri svimjifeløgum í senn, men kann bara umboða eitt felag í svimjikappingum í senn.
Luttøka uttanlands fyri útlendskt svimjifelag, broytir ikki uppá rættindi at umboða eitt svimjifelag í Føroyum.
Skifti av felag
A. Ynskir svimjari at umboða annað felag innan svimjing, er skifti galdandi 30 dagar eftir at Svimjisamband Føroya hevur móttikið skrivliga fráboðan. Fráboðanin skal sendast við telduposti til skrivstovuna hjá Svimjisambandinum. Í fráboðanini skal standa fulla navnið á svimjaranum, føðingardagur og navnið á gamla felagnum. Hesar 30 dagarnar umboðar svimjarin gamla felagið í kappingum og úttøkum.
B. Í sama kappingarári kann svimjari í mesta lagi skifta felag tvær (2) ferðir og í mesta lagi umboða tvey (2) feløg.
C. Svimjari, ið ikki hevur luttikið í svimjikappingum í Føroyum seinastu 2 kappingarárini, kann uttan fráboðan umboða annað felag. Hetta verður ikki roknað sum skifti.
D. Svimjari skal hava øll limaviðurskifti við gamla felagið í lagi, áðrenn skifti kann fara fram. Limagjalds- og aðrar eftirstøður eldri enn 12 mánaðir kunnu ikki innkrevjast í hesum sambandi. Eru ivamál um hesi viðurskifti, tekur svimjinevndin avger eftir at hava hoyrt partarnar.
E. Leggja feløg saman í startfelagsskap, so verður hetta ikke mett sum skifti av svimjifelag. Sama er galdandi tá feløg fara burtur úr startfelagsskapi.
Viðtikið á starvsnevndarfundi 30. oktober 2008, broytt á starvsnevndarfundi 7/1-09.
Flyta ársaðalfund og nýggjan formann
Ársaðalfundur varð hildin í Svimjisambandinum leygardagin 25. oktober. Á skránni vóru lógarbroytingar, og avgjørdi aðalfundurin, at frameftir verður ársaðalfundurin hildin í mai í staðin fyri oktober, í hesum sambandi er roknskaparárið broytt til kalendaraárið. Talið av starvsnevndarlimum er hækkað frá 3 til 5 Formaðurin seinastu fýra árini, Palli Ziskason, hevði boðað frá at hann ikki tók við afturvali, í hansara stað var Jon Hestoy valdur. Tveir nýggjur limir vóru valdir, Andrea Eldevig og Palli Eysturberg. Um hesi trý eru Jórun Eið og Maud Poulsen í starvsnevndini. Øll 7 svimjifeløgini vóru umboðaði á fundin og lívligt orðaskifti var um svimjiviðurskifti.











You must be logged in to post a comment.