Kári og Mona hava svomið leygarmorgun

Leygarmorgun hava vit havt tveir svimjarar í hylinum. Fyrstur var Kári á Høvdanum, ið svam 100 ryggsvimjing. Kári legði út á 0:27,19 og enda kappingina í 0:56,94. Hetta 81 hundraðpartar seinni enn tilmeldingartíðin. Kári gjørdist nr. 32.

Mona Simonsen svam 400 frísvimjing og fekk tíðina 4:29,25, ið er ein betring av tilmeldingartíðini við 1 sekundi og 47 hundraðpartar. Mona endaði á 28. plássið.
Splittíðirnar hjá Monu eru hesar:
29,88
33,36
       1:03,24
34,23
34,41
      1:08,64
34,01
34,16
      1:08,17
34,60
33,99
      1:08,59
4:29,25
Seinnapartin kl. 15.30 svimur Pál 1500 frí í besta riðli. Týskarin Thomas Lurz hevur meldað frá so Pál er nú tilmeldaður á sjeyndibesti tíð og skal svimja á geil 1.
Sjónvarpið sendir beinleiðis frá 1500 frísvimjing, eins og kappingin kann fylgjast á www.svimjing.com/live.
Posted in Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki | Comments Off on Kári og Mona hava svomið leygarmorgun

Mona betraði seg næstan 5 sekund

Mona Simonsen svam í morgun 800 frí til EM í Rijeka, Kroatia. Tíðin hjá monu gjørdist 9:04,88, eina betring av tilmeldingartíðini uppá 4 sekund og 71 hundraðpartar.

Splitttíðirnar hjá Monu vóru hesar:
30,17
32,91
       1:03,08
33,72
34,11
       1:07,83
34,21
34,27
       1:08,48
34,57
34,49
       1:09.06
34,60
34,43
       1:09,03
34,56
34,92
       1:09,48
34,65
34,70
       1:09,35
34,43
34,14
       1:08,57
9:04,88
Ein betring uppá 4 sekund og 71 hundraðpartar.
Innan kappingina segði Mona at málið hjá henni var at verða fyrsta føroyska kvinna undir 9 minuttir, men tað eynaðist ikki hesuferð. Sambært venjaranum hjá Monu, so hevði hon ringt við at fylgja við svimjaranum á geil 4, og misti eitt sindur mótið. Jón Bjarnason ivast ikki í at hon hevur styrkina at svimja undir 9 minuttir undir teimum røttu umstøðunum.
Posted in Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki | Comments Off on Mona betraði seg næstan 5 sekund

Kári svomið 50 rygg

Kári á Høvdanum hevur svomið 50 ryggsvimjing í fyrstu kapping í morgun. Tíðin hjá Kára gjødrist 26.37, ið er 27 hundraðpartar seinni enn tilmeldingartíðin.

Kári legði væl út og var við inn í vendingina, men hevði ikki ein nóg góða vending. Hann endaði á einum samanlagdum 38. plássið.
Posted in Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki | Comments Off on Kári svomið 50 rygg

Shaila millum Garðarnar 3 tíggjundapartar undir tilmeldingartíð

Shaila millum Garðarnar hevur beint nú svomið innleiðandi í 100 frí, og við tíðini 0:58,21, hon betraði tilmeldingartíðina við 32 hundraðpartum.

Millumtíðin var:
27,88
58.26
Shaila endaði á 51. plássið. 
Posted in Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki | Comments Off on Shaila millum Garðarnar 3 tíggjundapartar undir tilmeldingartíð

Pál betraði føroyska metið við tveimum sekundum í 400 frí

Pál hevur beint nú svomið innleiðandi í 400 frí, og við tíðini 3:42,57, nýtt føroysk met, men ikki nokk til at koma í finaluna í 400 metra frísvimjing.

Millumtíðirnar vóru:
25.80
27.78
53.58
28.37
28.60
56.97
28.29
28.42
56.71
27.96
27.38
55.34
3:42.57
Pál endaði á 13. plássið, ið eisini var tað plássið hann var tilmeldaður sum. 
Posted in Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki | Comments Off on Pál betraði føroyska metið við tveimum sekundum í 400 frí

Kári 4 sekund undir tilmeldingartíð

Kári á Høvdanum hevur sum fyrsti førosyki svimjari svomið sína kapping til EM. Tíðin hjá Kára í 100 firvald gjørdist 0:58,27, við einum útleggi uppá 0:27,17. Kári betraði sína tilmeldingartíð 1.02.42 við meira enn 4 sekundum.
Kári endaði á 44. plássið.
Posted in Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki | Comments Off on Kári 4 sekund undir tilmeldingartíð