EM fyri U23 verður í Samorin í Slovakia nú hósdag 26. til leygardag 28. juni, við luttøku av eisini trimum føroyskum svimjarum.
Leinki til startlistar og úrslit og stroyming og tílíkt, fara at finnast her á heimasíðuni hjá European Aquatics.

EM fyri U23 verður í Samorin í Slovakia nú hósdag 26. til leygardag 28. juni, við luttøku av eisini trimum føroyskum svimjarum.
Leinki til startlistar og úrslit og stroyming og tílíkt, fara at finnast her á heimasíðuni hjá European Aquatics.

Nú nærkast til landsliðsuppgávurnar í summar, og eru hóparnir tí eisini fingnir uppá pláss. Okkurt avboð hevur verið, og onkur eykaúttøka eisini, so at hóparnir eru …

Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2025, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági nú á Hvítusunnu hin 7. til 9. juni 2025. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify, umframt her á SwimRankings

Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa hetta vikuskiftið fyri árligu FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2025, í Páls Høll í Vági. Stevnan byrjar við innleiðandi riðlum og juniormeistarastevnu nú leygarmorgunin kl 09:30, og fyrstu FM-finalur eru so aftur frá kl 17:00.
Startlistar síggjast her á Swimify, har eisini úrslitini fara at kunna síggjast so hvørt sum svomið verður. Sí eisini niðanfyri standandi fílu.
Vit ætla at stroyma eisini, á YouTube-rásini hjá SSF. Tó verður ikki stroymað frá fyrsta stevnupartin, vegna forfall.

Suðuroyar Svimjifelag ella sum vit lokalu siga “SuSvim” søkir nýggjan høvuðsvenjara.

EM í Open Water var í Stari Grad á oynni Hvar í Kroatia nú hin 28. til 31. juni 2025, við eisini føroyskari luttøku. Tað gekk sera væl, nú okkara fingu úrslit í øllum teimum kappingum sum tey luttóku í, hóast at vera klárt í yngra endanum, og hóast at vit eru rættiliga óroynd í hesum.
Her eru nakrar myndir sum myndafólk hjá evropeiska svimjisambandinum hava tikið, frá stevnuni. Úrslitini síggjast her hjá European Aquatics







Images courtesy of European Aquatics / Antonella Mannara
Her er video frá liðsvimjingini, har man viðhvørt sær føroyingarnar
You must be logged in to post a comment.