Ætlanin er at stroyma frá Swim Open Tórshavn, á YouTube-rásini hjá Svimjisambandi Føroya. Sí eisini úrslitini so hvørt á Swimify
Stroyming frá Swim Open Tórshavn 2025
Startlisti til Swim Open Tórshavn 2025
Í morgun byrjar stóra svimjistevnan Swim Open Tórshavn 2025, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, her at enda í kravtíðarskeiðnum til altjóða meistarastevnur í summar. Sí luttakaralistan eisini her á Swimify

Úrslit frá HS-stevnuni 12. apríl 2025
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 12. apríl 2025. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Innbjóðing til ABMS 2025
Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2025 (ABMS 2025), sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 10. og 11. mai 2025.

Lea eitt sett av metum afturat á Danish Open 2025
Orsaka, tað vísir seg at Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti eitt sett av metum afturat á Danish Open 2025, so at hon tilsamans setti seks føroyskt met og seks føroyskt juniormet, hesar fýra dagarnar í Bellahøj.

Yvirsædda settið av metum, var í finaluni í 100 metra bringusvimjing, har hon við splitt-tíðini 33.71 aftaná fyrstu 50 metrarnar, setti føroyskt met og juniormet eisini í 50 metra bringusvimjing. Sí úrslitalistan her á Swimify
Metini hjá Leu vóru sostatt í tíðarrað, og hvørja ferð bæði føroyskt met og juniormet:
- 1:12.91 í innleiðandi 100 bringu – hon átti sjálv metini á 1:14.06
- 33.71 í 50 bringu í B-finalu í 100 bringu – hon átti sjálv metini á 33.88
- 1:12.48 í B-finalu í 100 bringu – hon átti sjálv metini á 1:12.91
- 33.29 í innleiðandi 50 bringu – hon átti sjálv metini á 33.71
- 2:38.74 í innleiðandi 200 bringu – hon átti sjálv metini á 2:39.27
- 2:36.32 í A-finalu í 200 bringu – hon átti sjálv metini á 2:38.27
Vónandi rætt nú. Og ikki so, at seta tvær ferðir bæði føroyskt met og føroyskt juniormet í øllum trimum bringugreinum, yvir fýra dagar 🙂
Lea 2:36.32, risa føroyskt met í 200 bringu, og bronsu á Danish Open 2025
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) svam seg fyri løtu síðani til risa føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í A-finaluni á Danish Open vann bronsu við tíðini 2:36.32. Hon átti sjálv metini á 2:38.74, frá í morgun. Sí úrslitalistan her á Swimify










You must be logged in to post a comment.