Stór føroysk lúttøka í Reykjavík International

Um vikuskiftið verður stóra svimjikappingin Reykjavík International. Svimjisamband Føroya sendir eitt talentlandslið við 13 svimjarum avstað. Umframt hesi trettan luttaka eisini Suðuroya Svimjifelag og Havnar Svimjifelag. Úr HS eru 9 svimjarar og úr Susvim eru 15 svimjarar, so tilsamans eru 37 føroyskir svimjarar í kapping í Laugardalshøllin fríggjadag, leygardag og sunnudag.

Tríggjar heimsstjørnur til Reykjavíkar
Í ár er svimjikappingin partur av einum størri tiltaki, ið fevnir um fleiri ítróttagreinir. Føroyingar hava luttikið í hesari kapping í fleiri ár og við góðum úrslitum. Á heimasíðuni hjá svimjifelagnum Ægir í Reykjavík, ið fyriskipar svimjikappigina kunnu vit lesa, at tríggjar heimsstjørnur luttaka í kappingini. Tær eru norsku Alexander Dale Oen og Sara Nordenstam, ið bæði eru heiðursmerkjavinnarar frá olympisku leikunum í Beijing. Triðja heimsstjørnan er okkara egni Pál Joensen, ið millum annað skal svimja 1500 frísvimjing. Um Pál skrivar Ægir á heimasíðuni: „Frá Færeyjum heimsækir okkur aftur en hann er einn besti og efnilegasti langsundmaður Evrópu í dag.“ Stór orð frá okkara grannum „Úr Føroyum vitjar okkum aftur ein tann besti og evnaligasti langteinasvimjarin í Evropa í dag!“
Kappast verður fríggjadag kl. 16.30, leygardagin innleiðandi kl. 9.15 og finalur kl. 16.30, sunnudagin innleiðandi kl. 9.15 og finalur kl. 16.00. Allir teir stuttu teinarnir svimja tey við innleiðandi og finalum, meðan kappingarnar frá 400 og uppeftir eru sum beinleiðis finala, við skjótasta riðli seinnapartar.

Talentlandsliðið
Svimjisambandið fór í desember 2008 undir miðvíst talent/ungdómsarbeiði. Fyrsta tiltakið var ein venjingarlega í Klaksvík, og er luttøkan í Reykjavík ein partur av hesum arbeiðinum. Í hesum kappingarárinum er eisini ætlanin at hava tvær venjingarlegur afturat.
Talentlandsliðsvenjararnir Jóhan Martin Poulsen og Rúni Gaardbo úttóka á venjingarlegu í Klaksvík í 2008 trettan svimjarar at umboða Føroyar á Talentlandsliðnum. Teir eru: Úr Svimjifelagnum Flot: Astrid Foldarskarð og Birita Debes. Úr Fuglafjarðar svimjifelag: Poula Ø. Mohr og Hildur á Fløtti. Úr Svimjifelagnum Ægir: Monika Biskopstø, Cecilia Eysturdal, Bjarni M. Petersen. Úr Havnar Svimjifelag: Bjørg Seloy, Dagmar M. Winther og Magnus Jákupsson. Úr Suðuroyar Svimjifelag: Katarina S. Lamhauge, Helena Sævarsdóttir og Jón Hofgaard.
Á myndini vanta Helena S. Sævarsdóttir og Hildur á Fløtti. Leiðarar á ferðini eru Jórun Eið Johannesen og Palli Eysturberg.

Ferðalagið fer úr Vágum fríggjadagin 16. jan. kl. 11.15 og verður í Føroyum aftur mándagin 19. jan. kl. 15.15.

——

Samband fæst við ferðaleiðaran á telefon +298 597558

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki | Comments Off on Stór føroysk lúttøka í Reykjavík International

Startfelagsskap

Á fundi 7. januar 2009 samtyktið starvsnevndin nýggja reglugerð um startfelagsskap. Í hesum sambandið varð reglugerðin um limaskap og skifti av felagi eisini dagførd.

Sí reglugerðirnar her:

Reglugerð um startfelagsskap

Reglugerð um limaskap og skifti af felag

Posted in Felagsskapur, Lógir og reglugerðir, Tíðindaskriv | Comments Off on Startfelagsskap

Bræv frá formanninum

Mynd: Álvur Haraldsen, Sosialurin

Gamlaárskvøld 2008

Góðu tit øll

Á ársins seinasta degi vil eg loyva mær at senda tykkum hesa nýggjársheilsu. Dagarnir eru stuttur og ein veit satt at siga ongantíð um tað morgunróði ella skýming, tá hugt verður út. Soleiðis er eisini nú vit skulu siga farvæl til árið 2008 og bjóða 2009 vælkomið. Tað er ikki sørt við sorgblídni og stóltleika, ið vit siga eitt tað besta árið í føroyska svimjing nakrantíð farvæl. Vit fara at minnast 2008 sum árið har vit bæði vóru til HM í Manchester, komu aftur frá EJM í Beograd við trimum gullheiðursmerkjum, fingið silvur til World Cup í Stockholm og endaði árið við góðum úrslitum til EM í stuttum hyli í Rijeka. Tað var ein heðurligur endi tá Pál Joensen var valdur ársins ítróttarnavn í Kringvarpinum í gjár. Tillukku við tí!

Um skamma stund er 2008 fari í søguna og vit bjóða 2009 inn um gáttina. Avbjóðingarnar vera stórar í 2009, ikki minst Heimmeistarakappingin í Rom. Tað skal vera mín vón, at tá vit um eitt ár minnast aftur á farna árið, so verður hetta við minst líka stórari gleiði og stoltleika sum í kvøld.

Eg vil við hesum takka tær og tíni fyri samstarv í 2008 og við teimum bestu ynskjum fyri eitt eydnuríkt 2009.

Við svimjikvøðu

Jon Hestoy

Posted in Á breddanum, Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki | Comments Off on Bræv frá formanninum

Talentlandsliðsvenjing í svimjing

Svimjisambandið skipaði fyri talentlandsliðsvenjing, fyrsta vikuskifti í desember. Continue reading

Posted in Á breddanum, Tíðindaskriv, Útbúgving, Vinstri forsíðubjálki | Comments Off on Talentlandsliðsvenjing í svimjing

Endaði EM við trimum metum

Í fyrstu kapping sunnumorgunin setti Shaila millum Garðarnar nýtt føroyskt met í 50 frísvimjing. Tíðin hjá Shailu gjørdist 26,49 og nýtt føroyskt met. Shaila gjørdist nr. 53.

EM í svimjing fekk ein virðiligan enda fyri føroyska liðið. Seinasti svimjari í hylinum sunnumorgun var Pál Joensen, ið svam 200 frísvimjing. Tað gjørdi hann so sannlilig til fulnar føroyskt met á teimum fyrstu 100 metrunum við tíðini 0:51,82 og endatíðin uppá 1:46,61 eisini føroyskt met. Pál gjørdist nr. 28 av 62.

Innan kappingina hjá Páli hevði Mona Simonsen svomið 200 metra frísvimjing, hon fekk tiðina 2.10,25, ið er 27 hundraðpartar seinni enn tilmeldingaríðin. Millumtíðirnar eru:
29,93
33,06
        1.02,99
33,66
32,03
        1.07,26
2.10,35
Ið røkkur til eitt 41. pláss.
Til hesa EM-kaping hava føroysku svimjararnir sett hesi metini:
  • Shaila millum Garðarnar: 26.49 í 50 frí – føroyskt met
  • Pál Joensen: 51.82 í 100 frí – føroyskt met (útlegg á 200)
  • Pál Joensen: 1:46.61 í 200 frí – føroyskt met 
  • Pál Joensen: 3:42.57 í 400 frí – føroyskt met
  • Pál Joensen: 7:48.56 í 800 frí – føroyskt met (útlegg á 1500)
  • Pál Joensen: 14:39.99 í 1500 frí – føroyskt met, besta juniortíð í heiminum nakrantíð
Samanumtikið er bara at siga at hetta hevur verið ein góð kapping fyri alt liðið. Føroyska liðið kemur eftur ætlan í Vàgarnar mánadagin 13:45. 
Posted in Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki | Comments Off on Endaði EM við trimum metum

Tvey met og fimtapláss í 1500

Kappingin vit øll hevði bíðað eftir var uttan iva 1500 frísvimjing. Pál Joensen, ið var tilmeldaður við 8. besti tiðini og skuldi svimja í skjótasta riðli seinnapartin leygardagin, hevði innan kappingina bóða frá at fór eftir heiðursmerki. Innan kappingina var ein frámelding, soleiðis at Pál var í skjótasta riðli við 7. besti tíð. 

 

Kappingin var sera spennandi, og tá avtornaði endaði Pál á 5. pláss 29 hundraðpartan aftanfyri danan Mads Glæsner. Tíverri vísti tað seg at Pál hevði talt skeivt og trúði at har vóru 50 metrar eftir. Alt í alt ein framúrskarandi kapping har Pál bæði setti met á 800 frí við tíðini 7:48.56, og met á 1500 frí við tíðini 14.39,99 ein betring uppá 9 sekund og 90 hundraðpartar. Tíðin hjá Pá er besta juniortíði í heiminum nakrantíð.

26.99

28.93

100m 55.92/55,92

29.46

29.54

200m 1:54.92/59,00

29.54

29.50

300m 2:53.96/59,04

29.32

29.34

400m 3:52.62/58,66

29.29

29.35

500m 4:51.26/58,59

29.24

29.56

600m 5:50.06/58,80

29.59

29.78

700m 6:49.43/59,37

29.59

29.54

800m 7:48.56/59,13

29.79

29.79

900m 8:48.14/59,59

29.97

29.61

1000m 9:47.72/59,58

29.47

29.71

1100m 10:46.90/59,18

29.76

29.64

1200m 11:46.30/59,40

29.65

29.74

1300m 12:45.69/59,39

29.18

29.11

1400m 13:43.98/58,28

29.23

26.78

1500m 14.39,99/56,01

Posted in Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki | Comments Off on Tvey met og fimtapláss í 1500