
Á eykaaðalfundi í Svimjisambandinum leygardagin 29. august varð Rókur í Jákupsstovu, av Toftum, valdur til næstformann í Svimjisambandinum. Continue reading
Rókur í Jákupsstovu nýggjur næstformaður í Svimjisambandinum
Skeið á Toftum
Rúni og Pálin hava í gjár og í dag skipað fyri skeiði í merkjaskipanini, her í hylinum á Toftum. Áhugin er avbera stórur, so at neyðugt verður at hava eitt skeið aftur um einar 14 dagar, og kanska eitt afturat longu í næstu viku.
Nýggj kalendaraskipan
Í samband við kalendarin fyri svimjiárið 2009/2010 hevur Svimjisambandið lagt kalendarin inn í Google-kalendarin. Hetta merkir, at kalendarin á hesari síðu altíð er dagførdur, eins og avmarking ikki er á hvussu langt fram kappingar kunnu leggjast inn.
Kalendarin liggur undir Kappingar/kalendarin:
https://ssf.fo/kapping/kalendari-google/
Hesin kalendarin kann eisini embeddast á aðrar svimjisíður, eins og øll tey, ið nýta Google-kalendara og aðrar kalendaraskipanir, ið kunnu virka saman við Google-kalendarin, kunnu hava henda kalendara sum part at teirra kalendara.
Eykaaðalfundur 29. august kl. 12.00
Eykaaðalfundur verður í Svimjisambandinum leygardagin 29. august 2009
kl. 12.00 í ÍSF-húsinum sambært avgerð frá aðalfundinum 23. mai 2009.
Skrá:
– val av orðstýrara
– viðgerð av uppskoti til reglugerð um sponsorviðurskifti
– val av næstformanni
– val av dómsnevnd
Skeið í Suðuroy í dag
Sum tit kunnu lesa her av susvim.com: “Skeið í merkjaskipanini verður í skúlanum í Vági fríggjadagin 21. august. Øll sum hava áhuga kunnu vera við. Vit møtast í Vágs Skúla kl 16:00. Havið svimjiklæðir við. Skeiðshaldari verður Rúni Gaardbo.”
Oyggjaleikalandsliðið vant í Havn

Fríggjakvøldið og leygardagin vandi oyggjaleikalandsliðið í Havn. Hetta er fyrstu ferð at hópurin er samlaður síðani úttøkustevnurnar í vár. Continue reading









You must be logged in to post a comment.