Svimjisambandið hevur ásett kravtíðir fram til HM í 2011 Continue reading
Oyggjaleikakravtíðin 2011, silvur ella betri
Svimjisambandið styrkir lívbjargni
Vikuskiftið 10. og 11. oktober hevði Svimjisamband Føroya í samstarvi við Dansk Svømmeunion hildið lívbjargingardómaraskeið í ÍSF-húsinum. Continue reading
Um aldursbólkarnar
Gevið gætur, at aldursbólkarnir ikki skifta sum fyrr við byrjan av svimjiárinum tann 1. september, men nú fyrst við árskifti.
Norðmenn givið út undirvísingarætlan
Norðmenn hava nýliga givið út eina undirvísingarætlan til merkjaskipanina, kallað “Veien mot svømmedyktighet”, at brúka í fólkaskúlanum. Talan er um tilfar sum er beinleiðis grundað á lærubókina “Slik lærer du å svømme”, har tey vísa á hvussu ein kann skipa undirvísingina av nýbyrjarum yvir 40 x 30 minuttir, og har tilfarið er laminerað og innbundið sum ‘flip-over’, at kunna brúka beinleiðis í hylinum. Tilfarið kann bíleggjast á www.idrettsbutikken.no, ella við at venda sær til tann føroyska svimjiskúlan.
Skeið á Toftum í morgin
Í morgin fríggjadag verður aftur skeið á Toftum, eftir eitt fullteknað skeið síðsta vikuskifti, og áðrenn eitt skeið onkunstaðni aftur í næstu viku. Tað er rættiligur gravgangur eftir at sleppa á skeið, skilst, so tey dríva á at fáa so nógv gjøgnum mylluna sum gjørligt.
Svimjiskúlin byrjaður
Svimjiskúlin er nú av álvara byrjaður. Men innan at øll hesu ungu kunnu fáa frálæru í svimjiskúlanum, so skulu venjarar útbúgvast. Continue reading








