Super svimjidagur í Sørvági

Fýra umboð fyri Svimjisamband Føroya vóru leygardagin á vitjan í Sørvági, at skipa fyri venjing, kapping og fundi um svimjing saman við góðum fólki har vesturi. Hetta gjørdist ein fínur dagur, har ið børn og vaksin stuttleikaðu sær saman, og har vágafólk prógvaðu, at tey avgjørt eisini eiga evnaríkar svimjarar. Continue reading

Posted in Á breddanum, Breidd | Comments Off on Super svimjidagur í Sørvági

26 svimjarar til Íslands í dag

Svimjisamband Føroya sendi í morgun 16 ungar svimjarar til Íslands á venjingarlegu, at venja í 50 metra svimjihyli. Venjarar á ferðini eru Sonni Eliasen og Karina Petersen úr Fuglafirði, og afturat teimum senda Ægir og Suðuroyar Svimjifelag hvør sínar 5 svimjarar til Íslands, at venja á eini síðuleypandi venjingarlegu. Continue reading

Posted in Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on 26 svimjarar til Íslands í dag

Komi og svimji

Nú leygardagin 9. januar verður serligt svimjitiltak í Sørvági, har umboð hjá Svimjisambandi Føroya fara vestur at greiða frá um svimjing, og at skipa fyri ymiskum tiltøkum í svimjihylinum. Tiltakið er ókeypis og fyri øll.

NUM svimjarar

NUM svimjarar

Continue reading

Posted in Breidd | Comments Off on Komi og svimji

Pál Joensen á venjingarlegu í Potsdam

Pál Joensen og Jón Bjarnason fóru mánadagin 4. januar til Potsdam í Týskalandi, at venja har í 12 dagar saman við harðastu svimjarum úr Týskalandi, Avstralia, Italia, Spania og Suðurafrika. Talan er um fyrstu “Battle Training Camp” venjingarlegu millum hesi lond, har endamálið er at savna sterkastu langteinasvimjarar úr hvørjum landi, til í felag at skapa ein dynamikk í venjing, sum annars er torførur at skapa í hvørjum landi sær. Og harvið at standa seg betri ímóti venjingardeplunum í USA, har bestu svimjarar annars vanliga flokkast.

Lange greiður frá Torture of The Day

Lange greiður frá Torture of The Day

Continue reading

Posted in Á breddanum, Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki | Comments Off on Pál Joensen á venjingarlegu í Potsdam

Pál Joensen World Cup vinnari og nýtt norðurlendskt met

Á øðrum degnum á FINA World Cup í Moskva lukkaðist tað hjá Pál. Ein framúrskarandi 1500 metur, væl svomin og sigurin var ongantíð í iva. Tá avtornaði vann Pál við tíðini 14:32.64 næstan sjey sekund framman fyri Vitaly Romanovich úr Russlandi, ið gjørdist nummar tvey við tíðini 14:39.51, á triðja plássið var danin Mads Glæsner, ið átti gamla norðurlendska metið við 14:38.87 frá FINA World Cup í Stockholm seinasta heyst.

DSC02808 Continue reading

Posted in Á breddanum, Tíðindaskriv | Comments Off on Pál Joensen World Cup vinnari og nýtt norðurlendskt met

Reglugerð um úttøku og kravtíðir

Á starvsnevndarfundi 7. oktober 2009 varð nýggj reglugerð um úttøku og kravtíðir sett í gildi. Continue reading

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Reglugerð um úttøku og kravtíðir