Svimjisamband Føroya hevði í vikuskiftinum aftur vitjan av estiska professaranum Rein Haljand, sum er serfrøðingur í rørslur hjá menniskjum, og ein av heimsins fremstu ráðgevum um svimjiteknikk. Niðurstøðan frá vitjanini hesuferð var, at føroysku svimjararnir sum heild hava betrað um sín teknikk, men at har enn manglar nakað serliga í undirvatnsfasuni. Continue reading
Rís og rós til føroyskar svimjarar
Birita juniormet og gull í seniorkapping
Reykjavík International Games 2010 er nú avgreitt, við hópin av góðum føroyskum úrslitum. Birita Debes megnaði í dag at vinna gull í 50 rygg í seniorbólkinum, og setti tá nýtt føroyskt juniormet. Birita vann eisini silvur í 200 rygg fyri seniorar, og Turið S. Christiansen silvur í 100 bringu fyri seniorar, har tíðin hjá Turið í 100 bringu var nýtt føroyskt juniormet á 1:19.03. Og Monika Biskopstø úr Klaksvík vann bronsu í 400 frí fyri seniorar, við nýggjum føroyskum juniormeti á 4:41.81, umframt at hon við tíðini 2:43.19 setti nýtt føroyskt met og juniormet í 200 firvald.
Føroyingar 18 ferðir í finalu í dag
Turið S. Christiansen setti enn eitt juniormet í morgun, tá ið hon í 100 bringu svam teinin uppá 1:19.20, og saman við 12 ára gomlu Tanju Skaalum kvalifiseraði seg til A-finaluna á Reykjavík International Games, seinnapartin. Ungu føroyingarnir hava til nú vunnið 10 gull, 16 silvur og 10 bronsu í juniorkappingini, umframt 2 silvur og 1 bronsu í seniorkappingini.
Turið knústi føroyska metið í 200 bringu
Tveir av trimum døgum eru nú avgreiddir á Reykjavík International Games 2010, við avbera góðum føroyskum úrslitum. Leirviksgentan Turið S. Christiansen setti í dag tvær ferðir føroyskt met í 200 bringu, bæði sum senior og junior, hóast hon enn ikki er nóg gomul til at luttaka á evropeisku juniormeistarastevnuni. Birita Debes setti tvær ferðir juniormet í 100 rygg, og Monika Biskopstø setti tvær ferðir juniormet í 200 frí. Continue reading
Ungi Magnus Jákupsson nýtt føroyskt met í 400 blandað
Fyrsti dagurin á Reykjavíkar International Games er liðugur og gjørdist føroysku úrslitini sera góð. Okkara svimjarar komu víðari í 15 finalum, herav 8 A-finalum. Continue reading
Veldug føroysk luttøka á Reykjavík International
Nú um vikuskiftið verður stór altjóða svimjistevna í Reykjavík, har millum annað 43 føroyskir svimjarar luttaka. Hetta verður ein avbjóðandi svimjistevna, har tey skulu kappast ímóti flestu av teimum bestu íslendsku svimjarunum, umframt einum norskum landsliði við sjálvum Alexander Dale Oen á odda. Continue reading










You must be logged in to post a comment.