Stór svimjistevna var í Klaksvík í gjár, har bæði ung og gomul royndu seg. 12 kvinnur og 29 mans í aldri frá árgang 1945 til 1983 høvdu meldað seg til kappingina afturat vanligu svimjarunum, soleiðis at aldurin strekti seg líka frá 12 ára aldri, upp til 65 ára aldur. Tilsamans 2 føroyskt met og 5 juniormet vórðu sett, afturat eini rúgvu av persónligum metum.
2 føroysk met og 5 juniormet
Nú skulu tey vaksnu eisini royna seg
Nú leygardagin 13. mars verður stór svimjistevna í Klaksvík, har bæði ung og gomul fara at royna seg. 12 kvinnur og 29 mans í aldri frá árgang 1945 til 1983 hava meldað seg til kappingina, afturat vanligu luttakarunum í yngru aldursbólkunum, og íroknað kendar svimjarar sum Høgna Mikkelsen, Jon Hestoy og Petur Heðin á Fløtti. Continue reading
Dagføring av kravtíðum og metlistum hjá SSF
Starvsnevnd SSF avgjørdi herfyri at ógilda tær kravtíðir sum vóru ásettar til HM í Shanghai í 2011, fyri í staðin at nýta nágreinliga tey krøv sum altjóða svimjisambandið FINA nú eftirfylgjandi hevur ásett. Starvsnevndin samtykti eisini formliga at nýta somu kravtíðarskipan til NJM 2010, sum nýtt varð til NJM 2009, og hesar kravtíðir eru tí eisini dagførdar á www.ssf.fo. Og nú eg var í gongd, varð sorteringin á metlistunum eisini broytt, so at raðfylgjan meira minnir um hana sum t.d. FINA nýtir. Continue reading
SSF vil tetta holið millum Oyggjaleikir
Svimjisamband Føroya fer í summar at luttaka á “Swimming Championships of the Small States of Europe”, ið er evropeiska meistarastevnan fyri svimjitjóðir við færri enn 1 millión íbúgvum.
Svimjiskúli Føroya á ráðstevnu í Noregi
Trý umboð fyri Svimjiskúla Føroya hava í vikuskiftinum verið á norðurlendskari ráðstevnu í Asker nær Oslo, at kunna seg um nýggjastu læruhættir innan grundleggjandi svimjifrálæru. Hendan norðurlendska ráðstevna verður í Tórshavn í 2012, undir leiðslu av Svimjisambandi Føroya. Continue reading
Svimjiskúli Føroya á ráðstevnu í Noregi
Trý umboð fyri Svimjiskúla Føroya hava í vikuskiftinum verið á norðurlendskari ráðstevnu í Asker nær Oslo, at kunna seg um nýggjastu læruhættir innan grundleggjandi svimjifrálæru. Hendan norðurlendska ráðstevna verður í Tórshavn í 2012, undir leiðslu av Svimjisambandi Føroya. Continue reading










You must be logged in to post a comment.