Pál vann bronsu í Canet

Pál Joensen megnaði í vikuskiftinum at vinna bronsuheiðursmerki á altjóða Mare Nostrum svimjistevnuni í Canet en Roussillon. Hetta var í 1500 metrar frísvimjing, í harðari kapping við millum annað heimsmeistaran Oussama Mellouli, og ímóti langteinarum í heimsklassa sum ikki áðrenn høvdu svomið bæði í Monaco og Barcelona.

Pál bronsu í Canet

Pál kappaðist í 400 og 1500 metra frísvimjing, á hesi síðstu av trimum Mare Nostrum stevnum. Bæði hann og Mellouli vóru rættiliga slitnir, eftir at hava kappast longu fýra dagar uppá eina lítla viku, fyri síðani at skula kappast aftur tveir í Canet. Kinesarin Zhang hevði valt ikki at stilla upp á hesi stevnu, sum annars vann 400 og 1500 í Barcelona, og sum eigur heimsmetið í 800 metra frísvimjing. Men í staðin møtti til dømis franski Sébastien Rouault til start í Canet, sum í mun til Mellouli og Pál ikki hevði svomið hvørki í Monaco ella Barcelona, og sum fyrr hevur víst seg vandamiklan til dømis á Paris Open og EM í Istanbul í fjør. Umframt kvartføroyingurin David Carry, sum vann á Páli í 400 metra frísvimjing í Barcelona.

Pál megnaði at koma í finaluna í 400 frí leygarmorgun, og gjørdist síðani leygardag seinnapart nummar 5 í finaluni. Tíðin var 3:54.54, har franski Sébastien Rouault vann gull við 3:50.97, tunesiski Oussama Mellouli silvur við 3:51.02, skotski David Carry bronsu við 3:52.55, og tunesiski Ahmed Mathlouthi varð nummar 4 við 3:52.97.

Hylurin í Canet

Sunnudag var so finalan í 1500 metra frísvimjing, har hann aftur skuldi kappast ímóti Rouault, Mellouli, og Mathlouthi, umframt til dømis franska Anthony Pannier, eysturríkska Dominik Koll og suðurafrikanska Riaan Schoeman.

Franski Pannier legði harðast fyri, og førdi rættiliga greitt longu eftir 200 metrum, við Páli í hølunum og Rouault og Mellouli eitt sindur longri afturi. Eftir fyrstu 500 byrjaði munurin tó rættiliga skjótt at minka millum Pannier og Joensen, til Pál førdi við 900, 1000 og 1100 metrum. Men við umleið 1000 metrar byrjaði Mellouli at rykkja, og hálaði Rouault við sær, soleiðis at Mellouli yvirhálaði Pál og førdi við 1200, við Rouault sum nummar 2 og Pál sum nummar 3. Og umleið við 1300 yvirhálaði Rouault so endaliga Mellouli, fyri síðani at fara frá hinar teir síðstu 200 metrarnar. Við endaúrslitinum at Sébastien Rouault vann gull, Oussama Mellouli silvur og Pál Joensen bronsuheiðursmerki.

Rouault Mellouli Joensen Pannier
100 1:00.66 1:00.37 59.72 59.24
200 2:03.43 2:03.36 2:02.62 2:01.66
300 3:06.38 3:06.28 3:05.02 3:03.63
400 4:08.99 4:08.96 4:06.59 4:05.00
500 5:11.54 5:11.54 5:08.54 5:06.89
600 6:12.64 6:12.76 6:09.57 6:08.43
700 7:14.47 7:14.56 7:11.05 7:10.12
800 8:16.00 8:15.90 8:12.53 8:12.34
900 9:17.33 9:17.06 9:14.46 9:14.60
1000 10:18.71 10:18.22 10:16.97 10:17.12
1100 11:19.18 11:18.64 11:18.29 11:18.80
1200 12:20.21 12:19.96 12:20.51 12:20.90
1300 13:20.55 13:20.65 13:22.43 13:23.16
1400 14:20.29 14:20.66 14:24.04 14:25.72
1500 15:16.34 15:20.37 15:23.36 15:27.29

Tíðirnar á Mare Nostrum hava yvirhøvur verið slakari enn tá ið tey sluppu at svimja við sokallaðu superdraktunum í fjør. Men fyri okkum í Føroyum er tað gleðiligt, at Pál faktiskt liggur betri fyri í kappingini við allarbestu svimjarum í heiminum, enn tá ið teir í fjør svumu í hesum superdraktum. Pál hevur nú staðfest heimsstøði, sum verður váttað til dømis av størsta svimjiblaði í heiminum, SwimmingWorld Magazine, tá ið tey eftir teir 1500 í Barcelona í síðstu viku skrivaðu: “Pal Joensen of the Faroe Islands, who has continued to find a cult following online after reaching world-class status from such a small country, took fourth in 15:24.28.”

Canet vinnarar í 1500 frí

Nú er Pál komin heim at venja eina tíð, áðrenn hann tann 3. juli skal luttaka á “The Great London Swim”, ið er ein 1 míl lang havsvimjing við Royal Victoria Dock í London. Hetta er ein túrur har arrangørarnir betala fyri ferðing og uppihaldi og øllum hjá Páli, afturfyri at hann vil kappast ímóti heimsins bestu havsvimjarum. Ein staðfesting av støðu hansara sum ein ið er verdur at satsa uppá.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Posted in Á breddanum, Tíðindaskriv | Comments Off on Pál vann bronsu í Canet

Føroyar nr 2 á Small States 2010

Teir ungu svimjararnir úr Føroyum vístu veruliga tenn á evropeisku meistarastevnuni fyri smáar tjóðir, sum var í Íslandi farna vikuskifti. Í seniorbólkinum vunnu tey 6 gull, 12 silvur og 6 bronsu, og í juniorbólkinum 15 gull, 9 silvur og 6 bronsu. Tilsamans gjørdust tey nummar 2 í liðkappingini, aftanfyri vertirnar Ísland, og settu hartil 6 føroysk met og 23 juniormet.

SCSSE 2010 Felagsmynd

Continue reading

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Føroyar nr 2 á Small States 2010

Pál fimtbestur í Monaco

Tað bleiv til eitt fimtapláss í 400 frí og eitt 17. pláss í 200 frí, tá ið Pál Joensen her um vikuskiftið kappaðist á altjóða Mare Nostrum svimjistevnuni í Monaco. Tíðirnar hjá Páli vóru nakað verri enn tað sum hann hevur svomið fyrr, men hann stóð seg tó so væl betri í kappingini við hinar, enn tað sum upprunaliga styrkismetingin bendi á.

Pál Joensen í Monaco

Continue reading

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Pál fimtbestur í Monaco

Pál til Mare Nostrum at kappast

Pál Joensen fer hesa næstu góða vikuna at kappast á Mare Nostrum svimjistevnunum í Monaco, Barcelona og Canet en Roussillon, sum liður í sínum fyrireikingum fram ímóti EM í Budapest í summar. Mare Nostrum stevnurnar eru millum allarstørstu tiltøk í svimjiheiminum hesu megin summarið, við luttøku av toppnøvnum úr til dømis USA, Avstralia, Fraklandi, Kina, Russlandi, Bretlandi, Týsklandi og Svøríki.

Pál á HM í Rom 2010

Continue reading

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Pál til Mare Nostrum at kappast

Enn eitt frálíkt FM og JM í svimjing

Farna vikuskiftið var aftur stór svimjistevna í Tórshavn, við avbera góðum úrslitum. Føroyameistarastevnan og Juniormeistarastevnan 2010 var triðju ferð innan fyri eitt ár at Svimjisamband Føroya saman við Kringvarpi Føroya hevur skipað fyri sjónvarpaðari svimjistevnu í fullskrýddari høll, og hvørki svimjarar ella áskoðarar sviku álitið.

Upphiting á FM/JM 2010

Continue reading

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Enn eitt frálíkt FM og JM í svimjing

FM og JM í svimjing 2010

Nú hósmorgunin 13. mai byrjar árliga Føroyameistarastevnan í svimjing, ið er hæddarpunktið í heimliga svimjikalendaranum. Kappast verður í Svimjihøllini í Gundadali, hósdag til leygardag 13. til 15. mai, við avgerandi juniormeistarastevnu um morgunin, og beinleiðis sjónvarpaðum finalum um kvøldið. Føroyameistarastevnan er evstamark fyri úttøku til altjóða svimjistevnur í summar, sum í ár umfata EM í Ungarn, EJM í Finnlandi, NMU í Noregi og Small States í Íslandi.

Menn klárir at kappast á FM 2009

Skráin fyri FM/JM 2010

  • Hósmorgun 13. mai kl 09:30 – Innleiðandi riðlar og juniormeistarastevna
  • Hóskvøld 13. mai kl 18:00 – Finalur beinleiðis í Kringvarpi Føroya
  • Fríggjamorgun 14. mai kl 09:30 – Innleiðandi riðlar og juniormeistarastevna
  • Fríggjakvøld 14. mai kl 20:40 – Finalur beinleiðis í Kringvarpi Føroya
  • Leygarmorgun 15. mai kl 10:30 – Innleiðandi riðlar og juniormeistarastevna
  • Leygarkvøld 15. mai kl 18:00 – Finalur beinleiðis í Kringvarpi Føroya

Meistarastevnan er skipað soleiðis, at øll um morgunin kappast í innleiðandi riðlunum um at koma í finalu um kvøldið, samstundis sum at juniorar og yngri kappast um heiðurin at gerast føroyskur juniormeistari 2010. Og um kvøldið eru tað so tey upp til 6 skjótastu í hvørji grein, sum kappast um at verða føroyameistari 2010. Harvið eru allir stevnupartar avgerandi hjá teimum yngru, samstundis sum at tey eldru mugu ansa sær at ikki taka tað ov róligt um morgunin, um tey vilja sleppa í finalu um kvøldið.

Úttøkur til altjóða kapping í summar

Føroyameistarastevnan er síðsta freist at klára kravtíð til Evropeisku Meistarastevnuna í Budapest tann 9. – 15. august, umframt til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna í Helsinki tann 14. – 18. juli. Hartil fer Svimjisambandið í leypi av FM/JM 2010 at taka út einar 8 svimjarar til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í Drammen tann 3. – 4. juli, umframt einar 8 svimjarar til “2nd Swimming Championships of the Small States of Europe”, sum verður í Hafnarfirði tann 12. – 13. juni 2010.

Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung er fyri svimjarar undir junioraldur, meðan Evropeiska Meistarastevnan fyri Smátjóðir er skipað bæði sum junior- og seniorkapping. Svimjararnir verða ikki tiknir út við beinleiðis kravtíðum, men í staðin út í frá millum annað hvussu nógv FINA stig tey megna at røkka í einstaklingakapping á Føroyameistarastevnuni.

Beinleiðis í sjónvarpi og á netinum

Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá øllum finalupørtum, í sjónvarpi og yvir interneti á www.kringvarp.fo. Hartil ber til at fylgja við tíðum og kjaki beinleiðis á www.svimjing.com/live, við møguleika hjá øllum at luttaka í kjakinum, og at seta viðmerkjaranum í sjónvarpinum spurningar.

Live Timing frá MU 2010

Fagurt skrýdd høll

Svimjihøllin í Gundadali verður pyntað við fløggum og litum, sum á landsdystinum ímóti Íslandi og Føroyameistarastevnuni í fjør. Sum nakað nýtt verður tíðtakingin eisini víst á stórskíggjum í høllini, so at áskoðararnir kunna fylgja betur við gongdini í ymisku kappingunum.

Upphiting á FM 2009

Millum stevnupartarnar eru so eisini leypandi tíðindi og viðmerkingar, á føroyskum svimjiheimasíðum sum www.svimjing.com, www.ssf.fo, www.hs.fo, www.aegirsvim.fo og www.susvim.com.

Hørð kapping í væntu

Yngstu svimjistjørnur okkara megnaðu at seta heili 15 juniormet á Meistarastevnuni fyri Ung, sum var í Klaksvík nú í vikuskiftinum. Eingin av teimum hevði veruligan junioraldur, og spennandi verður tí at síggja hvussu verður á Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni, nú tey eldru eisini sleppa at royna seg. Pál Joensen og Pauli Ø. Mohr hava longu boðað frá luttøku, sum plaga at borga fyri eini veruligari holmgongu í 50 metra frísvimjing. Kári J. á Høvdanum og Guðrun Holm Jacobsen síggjast eisini á startlistunum, umframt onnur kend nøvn sum Shaila millum Garðarnar, Malan Vitalis Bærendsen, Birita Debes og Poula Ø. Mohr.

Ársins svimjarar verða valdir

Venjarar úr øllum svimjifeløgum velja í leypi av FM/JM, hvørjir svimjarar sum skulu hava heiðurin at gerast ársins svimjarar hjá monnum og kvinnum í 2010, umframt ársins stjørnuskot. Í fjør vóru ársins svimjarar Shaila millum Garðarnar og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, meðan ársins stjørnuskot vóru Birita Debes úr FLOT og Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag.

Ársins svimjarar og stjørnuskot 2009

Áhugaverd leinki

Startlistar til FM/JM 2010: http://www.livetiming.se/program.php?cid=507&session=1

Úrslit frá FM/JM 2009: http://www.livetiming.se/results.php?cid=306

Føroysk met á stuttgeil: https://ssf.fo/kapping/met/foroysk-met-25m/

Føroysk juniormet á stuttgeil: https://ssf.fo/kapping/met/juniormet-25m/

Kravtíðir til altjóða kapping í 2010: https://ssf.fo/kapping/kravtidir/kravtidir-2010-25m/

Føroyskir styrkislistar fyri svimjiárið 2009/2010:
http://www.swimrankings.net/index.php?page=rankingDetail&clubId=107&gend…

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on FM og JM í svimjing 2010