Føroyskt met til Poulu, fyrsta dag á HM 2013

Heimsmeistarastevnan í svimjing byrjaði avbera gott fyri okkum føroyingar, tá ið Poula Øssursdóttir Mohr longu í fyrstu kapping setti stórt nýtt føroyskt met, við at svimja 100 metra firvaldasvimjing uppá 1:04.58. Hon átti sjálv føroyska metið, frá tá ið hon á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona í juni mánaða svam teinin uppá 1:05.92. Áðrenn tað átti Birita Debes metið á 1:04.96 frá Danish Open stevnuni í mars mánaða, og áðrenn tað Shaila millum Garðarnar frá tá ið hon á HM í Rom í 2009 svam teinin uppá 1:08.17.

(Poula og Birita á HM í Barcelona. Poula er til vinstru, Birita í T-shirt)

Umboð fyri Svimjisamband Føroya eru samd um at hetta var best møguligi startur uppá luttøkuna hjá føroyingunum á heimsmeistarastevnuni í svimjing á langgeil, sum verður avgreidd í Palau Sant Jordi ítróttararenaini á Monjuïc í Barcelona í Spania. Kristian Martin Joensen sigur at hetta var tann sverara kappingin hjá Poulu, so nú burdi ligið væl fyri at roynt eftir føroyska metinum eisini í 50 firvald, næsta fríggjadag, sum er 28.94 hjá Astrið Foldarskarð frá Danish Open í mars mánaða.

Skrá fyri føroysku luttøkuni á HM í Barcelona 2013

Sunnudag 28. juli
Poula Ø. Mohr 100 firvald

Mánadag 29. juli
Birita Debes 100 rygg

Týsdag 30. juli
Pál Joensen 800 frí

Mikudag 31. juli
Birita Debes 50 rygg
Bartal Hestoy 200 blandað

Fríggjadag 2. august
Poula Ø. Mohr 50 firvald

Leygardag 3. august
Pál Joensen 1500 frí

Sunnudag 4. august
Bartal Hestoy 400 blandað

Um Pál klárar í finalu í sínum kappingum, so eru tær ávíkavist 800 metra frísvimjing finala mikukvøldið 31. juli og 1500 metra frísvimjing finala sunnukvøldið 4. august. Hópurin er sum heild væl fyri, so tað kundi so væl verið at okkurt gott úrslit kom afturat, hesa komandi vikuna.

Til ber at fylgja við HM í svimjing á Eurosport, umframt øðrum rásum sum t.d. svenska SVT2 og norska NRK2. Eisini hevur altjóða svimjisambandið FINA sína egnu sjónvarpsrás á netinum, sum vísir samandráttir frá kappingunum, umframt at tey hava eina ‘live bloggu’ við øllum møguligum áhugaverdum tilfari frá HM í Barcelona. Hartil er ‘live timing’ sum vant á www.omegatiming.com, umframt at føroyskt tilfar verður lagt á www.ssf.fo og www.svimjing.com

Viðkomandi leinki
Eurosport: http://tv.eurosport.dk/tvschedule.shtml
SVT: http://www.svt.se/tv-tabla/
NRK: http://tv.nrk.no/guide
FinaTV: http://www.fina.org/H2O/index.php?option=com_content&view=article&id=2189&Itemid=1209
Barcelona 2013 – FINA Live Blog: http://www.fina.org/H2O/index.php?option=com_content&view=article&id=3881&Itemid=1516

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu
Barcelona

****

Ferðaliðið í Barcelona kann treffast á fylgjandi (sponskum) telefon-numrum:

Kristian Martin Joensen, venjari: (0034) 685 054 150
Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya: (0034) 685 054 067
Rókur í Jákupsstovu, næstformaður og ferðaleiðari í Barcelona: (0034) 665 096 360

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Tagged | Comments Off on Føroyskt met til Poulu, fyrsta dag á HM 2013

HM-liðið veðurfast

Mynd av svimjihylinum í Canet, og hóast henda myndin er tikin av Google Maps, so siga álítandi keldur at sólin skínur í Canet en Roussilion.

Eftir ætlan skulid HM-liðið, undantikið Pál, verið farið úr Føroyum fríggjamorgunin 12. juli, ávegs til venjingarlegu í Canet en Roussillon. Hetta er sama staðið, ið EJM-liðið var á venjingarlegu innan EJM. Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on HM-liðið veðurfast

EJM liðið veðurfast

Tríggir EJM svimjarar, Alvi, Óli og Markus fáa góð ráð frá Páli.

EJM liðið hjá okkum, ið er á veg á venjingarlegu í Canét liggur veðurfast, beint nú er broytta ferðaætlanin henda: Continue reading →

Posted in Óbólkað | Comments Off on EJM liðið veðurfast

Kunning frá SSF um fyribyrging av doping

Góðu tit øll í svimjingini

Nú donsk svimjing er rakt av tveimum dopingsakum, er tað væl uppá sítt pláss at vit í Svimjisambandi Føroya eisini minna okkum øll á týdningin av at tryggja, at íðkarar ikki fáa ólóglig evni í kroppin.

Tilætlað doping er sjálvsagt óhoyrd, og áheitanin her umfatar tí fyrst og fremst teirri ótilætlaðari dopingini, ið kann standast av at brúka til dømis heilivág ið krevur eitt sokallað “TUE” undantaksloyvi.

DSC05726

Anti Doping Danmark hevur eina fína heimasíðu kallað antidoping.dk, har tað millum annað ber til at sláa upp ein lista yvir lógligan heilivág, og við leitibjálkanum ovast til høgru at sláa upp allan mest vanligan heilivág, at síggja um hann skuldi verið ólógligur.

Her sæst listin yvir loyvdan, vanlig heilivág: http://antidoping.dk/Medicin/Symptoms.aspx

Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on Kunning frá SSF um fyribyrging av doping

SSF ætlar at senda stórt lið til EM í Herning

Starvsnevnd SSF samtykti á fundi hóskvøldið at vilja royna at senda eitt rímiliga stórt lið til evropameistarastevnuna á stuttgeil 2013, sum verður í Herning í Danmark í desember mánaða. Vit hugsa umleið 8 av okkara bestu svimjarum, íroknað okkara bestu juniorar, men tað kemur sjálvsagt ann uppá hvussu støðið er í heyst.

Herning 2013 poster in tiny Leirvík, Faroe Islands

Orsøkin er sjálvsagt at tað hesu ferð verður lutfalsliga bíligt hjá okkum at senda svimjarar ‘bara’ til Danmarkar, heldur enn longur út í heim, umframt at vit gjarna vilja stuðla Danmark í at fáa eina stórsligna undirtøku úr Norðanlondum. Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on SSF ætlar at senda stórt lið til EM í Herning

Aðalfundur í Svimjisamband Føroya, 25. mai

Leygardagin, tann 25. mai kl. 13.00, verður árligi aðalfundin hjá Svimjisamband Føroya hildin í ÍSF-húsinum.
Svimjisambandið bjóðar eitt bita til fundarluttakararnir. Continue reading →

Posted in Felagsskapur, Tíðindaskriv | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisamband Føroya, 25. mai