Svimjisamband Føroya ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuríkt nýggjár. Næsta ár verður minst líka spennandi !

Svimjisamband Føroya ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuríkt nýggjár. Næsta ár verður minst líka spennandi !

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi lið til Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna og Norðurlendskju Meistarastevnuna sum verður í Upplands Väsby nærhendis Stockholm í Svøríki frá 12. til 14. desember 2014.

Til NJM 2014
Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir
Barbara Debes (2000), FLOT
Jana Thomsen (2000), Reysti
Maria Antoft (2000), Havnar Svimjifelag
Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (1999), Havnar Svimjifelag
Signhild Joensen (2000), Ægir
Marius Gardshodn (1998), Havnar Svimjifelag
Niels Nattestad (1998), Havnar Svimjifelag
Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag
Til NM 2014
Emma Festirstein Nystrøm (1996), Havnar Svimjifelag
Victoria Wigant Eysturdal (1998), Ægir
Alvi Hjelm (1996), Ægir
Eyðbjørn Joensen (1996), Suðuroyar Svimjifelag
Høgni Simonsen (1995), Suðuroyar Svimjifelag
Venjarar verða Petur Heðin á Fløtti, høvuðsvenjari í Ægir, og Jón Bjarnason, høvuðsvenjari í Suðuroyar Svimjfelag.
Ferðaleiðarar verða Thurid Kjærbo og Sørin S. Djurhuus.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi lið til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil, sum verður í Doha hin 3. til 7. desember 2014:
Venjari verður Rui Filipe Magalhães, høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag.
Ferðaleiðarar verða Malan Vitalis Bærendsen og Rókur í Jákupsstovu.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
HS juniorar settu herfyri nýtt føroyskt juniormet í 4×200 metra frísvimjing, tá ið teir á á Ægir-stevnuni hin 4. oktober 2014 svumu teinin uppá 8:10.37. Ægir átti metið frá 2010, sum var 8:23.62. Teir fýra sum svumu nú vóru Óli Mortensen (1996), Marius Gardshodn (1998), Niels Nattestad (1998) og Birni Sigvardsen (1999), allir úr Havnar Svimjifelag.
Svimjisamband Føroya hevði sín árliga aðalfund í gjár, har millum annað formansval var á skránni. Eisini var ta stórmál á skránni, at Føroyar sum er ikki sleppa at luttaka undir egnum flaggi á næstkomandi Evropeisku JuniorMeistarastevnu.
Fylgjandi skriv varð sent formonnum og venjarum í føroysku svimjifeløgunum í gjár
Góðu tit
Her eru kravtíðirnar til NJM/NM 2014, og til HMS 2014.
Skipanin er tann sama sum undanfarin ár, við somu prosentsatsum sum til NJM/NM 2013 og HMS 2012.
Sum heild eru kravtíðirnar blivnar eitt sindur lættari, nú, av tí at støðið á veikastu heiðursmerkjatíð lækkaði bæði á NJM/NM 2013 og á HMS 2012, í mun til undanfarnar stevnur.
Hinvegin ætla vit ikki at taka út eyka ‘wild card’ svimjarar, sum til NJM/NM í Føroyum, og HMS í Doha verður avmarkað til teir max 3 svimjararnar sum FINA gevur fíggjarligan stuðul til, har minst 1 skal vera av hvørjum kyni.
Við fyrivarni fyri prentvillum.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
You must be logged in to post a comment.