Innbjóðing til FINA venjaraskeið í Føroyum hin 30. november til 2. desember 2018

So var hon her, innbjóðingin frá FINA til venjaraskeið í Tórshavn hin 30. november til 2. desember 2018:

Continue reading

Posted in Útbúgving | Comments Off on Innbjóðing til FINA venjaraskeið í Føroyum hin 30. november til 2. desember 2018

Dagføring av nálatíðum SSF

Góðu tit øll,

Starvsnevnd SSF samtykti í august at vilja dagføra nálatíðir SSF, til nú at hava støði í nýggjastu FINA talvum.

Nálatíðirnar á stuttgeil hava til nú verið tær somu síðani 2012, sum tá høvdu støði í FINA talvunum frá 2010.

Nálatíðirnar á langgeil komu í 2016, sum fyrireiking til fyrsta FM á langgeil, og vórðu tá sum tær á stuttgeil, við støði í talvunum frá 2010.

Talvurnar hjá FINA skifta á hvørjum ári, og tað er tí upp á tíðina at vit dagføra nálatíðaskipanina til nýggjastu FINA talvur, so at sammett verður við nýggjastu heimsmet.

Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Dagføring av nálatíðum SSF

Svimjiskúli Føroya til ráðstevnu í Finnlandi

Hetta vikuskiftið er stór svimjiráðstevna í Finnlandi, kallað “Learn to Swim & Coach Conference 2018“, við luttøku av eisini umboðum fyri Svimjiskúla Føroya.

Continue reading

Posted in Svimjiførleiki, Útbúgving | Comments Off on Svimjiskúli Føroya til ráðstevnu í Finnlandi

Innbjóðing til Reysta-stevnu 13. oktober 2018

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Leirvíkar skúla, leygardagin hin 13. oktober 2018, sum svimjifelagið Reysti skipar fyri. Hetta er stevna fyri svimjarar í bólki 2 og 3.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til Reysta-stevnu 13. oktober 2018

Ársfundur hjá NLSG í Finnlandi

Sørin S. Djurhuus og Djóni Dalsgarð luttaka í hesum døgum á ársfundinum hjá Nordic Life Saving Group, sum umboð fyri Svimjisamband Føroya. Fundurin er í býnum Lohja í Finnlandi, einar 60 km vestan fyri Helsinki.

Fyrsti fundur er í løtuni í gongd, har limalondini leggja fram um teirra virksemi innnan lívbjarging, seinasta árið.

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Ársfundur hjá NLSG í Finnlandi

FINA venjaraskeið í Føroyum hin 30. november til 2. desember 2018

Nú í vetur skipa SSF og FINA fyri venjaraskeiði álinju og í Tórshavn, sum liður í nýggja “FINA Coaches Certification Programme”.

Continue reading

Posted in Útbúgving | Comments Off on FINA venjaraskeið í Føroyum hin 30. november til 2. desember 2018