Innbjóðing til Reysta-stevnu 13. oktober 2018

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Leirvíkar skúla, leygardagin hin 13. oktober 2018, sum svimjifelagið Reysti skipar fyri. Hetta er stevna fyri svimjarar í bólki 2 og 3.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til Reysta-stevnu 13. oktober 2018

Ársfundur hjá NLSG í Finnlandi

Sørin S. Djurhuus og Djóni Dalsgarð luttaka í hesum døgum á ársfundinum hjá Nordic Life Saving Group, sum umboð fyri Svimjisamband Føroya. Fundurin er í býnum Lohja í Finnlandi, einar 60 km vestan fyri Helsinki.

Fyrsti fundur er í løtuni í gongd, har limalondini leggja fram um teirra virksemi innnan lívbjarging, seinasta árið.

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Ársfundur hjá NLSG í Finnlandi

FINA venjaraskeið í Føroyum hin 30. november til 2. desember 2018

Nú í vetur skipa SSF og FINA fyri venjaraskeiði álinju og í Tórshavn, sum liður í nýggja “FINA Coaches Certification Programme”.

Continue reading

Posted in Útbúgving | Comments Off on FINA venjaraskeið í Føroyum hin 30. november til 2. desember 2018

FINA til Føroyar at góðkenna langhylin

Tann 10. oktober fer borgarstjórin Annika Olsen saman við umsitingini at hava fund við Joaquin Pujol, formann í FINA Facilities Committee (nevnd í Altjóða svimjisambandinum FINA), á Ráðhúsinum í Havn. Eisini luttaka umboð fyri Svimjisamband Føroya.

Continue reading

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on FINA til Føroyar at góðkenna langhylin

Væleydnaður Svimjifagnaður 2018

Sunnudagin hin 16. september luttóku eini 47 børn í Svimjifagnaðinum 2018, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjhøll. Hetta gjørdist ein fínur fyrsti dagur av hesum slag, og tyktist tað sum at børnini stuttleikaðu sær, samstundis sum tey lærdu eitt sindur um trygd í vatni.

Børnini vóru runt um úr landinum, og sum ætlað ikki einans sovorðin sum longu svimja í svimjifeløgum, men eisini onnur sum høvdu valt at taka av møguleikanum, at koma og spæla saman við okkum eina løtu.

Aktivitetirnir vóru ætlaðir at hóska til børn óansæð svimjiførleika, og vóru tí í stóran mun sovorðnir har børnini onkunsvegna kundu ganga ella flóta, og so annars svimja í tann mun sum tey høvdu hug til tað.

Hetta er ikki fyrstu ferð at vit royna slíkt, tí í 2013 skipaði Svimjisambandið fyri tilsvarandi døgum fyrst saman við FS í Fuglafirði og síðani saman við HS í Havn, haðani íblástur til tiltøkini nú eisini varð funnin.

Hetta breiddartiltak datt tíverri niðurfyri, men er nú vaknað aftur í sambandi við nýggja átakið FINA World Aquatics Day hjá altjóða svimjisambandinum FINA,  til vónandi at verða ein fastur táttur í eisini føroyska svimjikalendaranum.

Sum endi á tiltakinum skipaði lívbjargingardeildin hjá SSF fyri bjargingarroynd, har børnini kundu royna bæði at svimja í lívbjargingarvestum og at sleppa uppí ein VIKING bjargingarbát, sum vit høvdu fingið til vega við góðum stuðli frá Gummibátatænastuni og Áway.

Sum heild ein sera góður og stuttligur og læruríkur dagur, og vilja vit takka eisini høvuðsstuðlum okkara, LÍV og Atlantic Airways, umframt Klaksvíkar Kommunu og Ægir, og nýggju breiddardeild okkara við Joan Kristinu og Eyðrið 🙂

Vegna SSF

Rókur

Posted in Breidd, Vinstri forsíðubjálki | Comments Off on Væleydnaður Svimjifagnaður 2018

Minst til at melda til Svimjifagnaðardagin 2018

Vit hava nú fingið nóg nógvar tilmeldingar til at vilja hava Svimjifagnaðin sum ætlað, í Klaksvíkar Svimjihøll nú sunnudagin hin 16. september 2018. Enn ber til at melda til, men tit mugu skunda tykkum um tit ætla tykkum luttøkuprógv eisini, tí tey verða bíløgd í morgin. Spælitiltakið er sum fyrr nevnt fyri øll børn sum ganga í 4. til 7. skúlaflokki, óansæð um tey duga at svimja ella ei, og er ókeypis.

Tilmeldingarskjalið er her: https://form.jotformeu.com/81702240601341

Posted in Breidd | Comments Off on Minst til at melda til Svimjifagnaðardagin 2018