Startlistin klárur til FM á stuttgeil 2018

Her er startlistin til FM á stuttgeil 2018, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjadagin 26. til sunnudagin 28. oktober 2018. Tilsamans eru har einar 479 tilmeldingar til einstaklingakappingar og 46 til liðsvimjing, frá 5 av okkara 6 virknu feløgum, harav HS, SuSvim og Ægir eiga bróðurpartin. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se

Luttakaralistin í html-sniði: fms2018-luttakaralisti.html

Hetta vikuskiftið er síðsti kjansur hjá føroyskum svimjarum at klára kravtíð til HM á stuttgeil 2018, umframt til NM/NJM 2018. Hartil er FM á stuttgeil 2018 fyrsta av fýra møguligum úttøkustevnum til Oyggjaleikir 2019. HM á stuttgeil 2018 verður í Hangzhou í Kina frá 11. til 16. desember 2018, meðan NM/NJM 2018 verður í Oulu í Finnlandi frá 7. til 9. desember 2018.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Startlistin klárur til FM á stuttgeil 2018

Signhild 1:02.15 og gull í 100 rygg í Saint-Dizier

Signhild Joensen úr Ægir megnaði í morgun at vinna sær gullheiðursmerki á altjóða svimjistevnuni í Saint-Dizier í Fraklandi, tá ið hon í 100 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 1:02.15. Harvið vann hon gull og bronsu á hesu stevnu, bronsuna í 200 metra ryggsvimjing.

Hatta var so Saint-Dizier á hesum sinni, sum skilst eru tey longu á veg heim.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Signhild 1:02.15 og gull í 100 rygg í Saint-Dizier

Rebekka 2:43.28 og bronsu í 200 bringu í Saint-Dizier

Rebekka Trygvadóttir úr Ægir svam seg fyri løtu síðani til bronsuheiðursmerki á altjóða svimjistevnuni í Saint-Dizier, tá ið hon í 200 metra bringusvimjing svam teinin uppá 2:43.28.

Rebekka Trygvadóttir bronsu í 200 bringu í Saint-Dizier. June Jónsveinsdóttir eigur myndina

Hetta rakk til eitt triðjapláss í hennara aldursbólki. Tíðin er éin hundraðpart frá hennara til nú bestu tíð, á 2:43.27 frá Ægir Open í oktober mánaða.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Rebekka 2:43.28 og bronsu í 200 bringu í Saint-Dizier

Nøkur pláss eftir á FINA venjaraskeiðnum 30. nov. – 2. des. 2018

Vit hava nú fingið í øllum førum 15 tilmeldingar frá føroyskum svimjivenjarum, umframt 7 frá íslendingum og 1 úr Noregi. Altso eini 23 tilsamans, har pláss er fyri 30 á skeiðnum. Vit vita um eini tvey úr Føroyum sum ikki enn hava sent inn passmynd osfr, og sum tí ikki eru skrásett. Tilmeldingarfreistin hjá FINA er næsta fríggjadagin hin 26. oktober 2018.

 

Posted in Útbúgving | Comments Off on Nøkur pláss eftir á FINA venjaraskeiðnum 30. nov. – 2. des. 2018

Signhild 2:11.81 og bronsu í 200 rygg í Saint-Dizier

Svimjarar úr Ægir eru í hesum døgum á altjóða svimjistevnu í Saint-Dizier, har tað sum skilst gongur sera væl. Fyri løtu síðani vann Signhild Joensen sær bronsuheiðursmerki í 200 metra ryggsvimjing, við at svimja teinin uppá 2:11.81. Stevnan er á stuttgeil.

Signhild Joensen bronsu í 200 rygg á stevnu í Saint-Dizier. June Jónsveinsdóttir eigur myndina.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Signhild 2:11.81 og bronsu í 200 rygg í Saint-Dizier

Áhugaverdur fundur um bjargingarnummur

Eysturkommuna skipaði í dag fyri fundi í býráðshúsinum í Norðagøtu, har evnið var bjargingarnummur við havnarløg, varðagøtur og líknandi.

SSF hevði fingið roynda samskiparan Erik Bech at koma til Føroya at greiða frá, hvussu ein slík er sett upp og virkar í Danmark.

Væl var møtt av umboðum fyri kommunur, løgreglu, Landsverk, korttænastu og øðrum, og varð eftirfylgjandi kjakið tí eisini av góðum grundum sera áhugavert.

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Áhugaverdur fundur um bjargingarnummur