Startlistar til Atlantic Open 2019

Her eru startlistarnir til Atlantic Open 2019, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú í vikuskiftinum. Hetta er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2019 á Gibraltar.

Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Startlistar til Atlantic Open 2019

SSF og LEN á fund við ES um svimjiførleika

Í morgin ári fer undirritaði sum umboð fyri Svimjisamband Føroya til Bruxelles í Belgia, at fundast við evropeiska svimjisambandið LEN og ES og sikkurt onnur við, um hvussu betri svimjiførleiki kann minka um títtleikan av druknivanlukkum í Evropa.

Image courtesy of Steven Lek, CC-BY-SA 4.0

Continue reading

Posted in Felagsskapur, Lívbjarging | Comments Off on SSF og LEN á fund við ES um svimjiførleika

Úrslit frá SuSvim-stevnu á Tvøroyri 16. mars 2019

Her eru úrslitini frá Suðuroyar Sparikassa stevnuni hin 16. mars 2019, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, í svimjihylinum á Tvøroyri.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá SuSvim-stevnu á Tvøroyri 16. mars 2019

Heimsins bestu svimjari og venjari til Vágs í apríl

Nú eru praktisku ætlanirnar komnar so mikið nógv ávegis, at vit byrja at kunna tora at lova tað: Hin 8. til 11. apríl 2019 fær føroysk svimjing vitjan av heimsins besta svimjara, og av venjara hennara sum á HM í Kina varð eisini kosin hin besti í heiminum.

Katinka Hosszú. Image courtesy of Doha Stadium Plus Qatar, BY-CA 2.0

Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Heimsins bestu svimjari og venjari til Vágs í apríl

Landsliðslega í Vági

Hetta vikuskiftið er úttikna landsliðið til Bergen Swim Festival 2019 á venjingarlegu í Vági, at fyrireika seg til hesa stevnu sum verður um knappar tríggjar vikur.

Landsliðslega í Vági. Juan Jaime Arroyo Toledo eigur myndina.

Á venjingarleguni eru:
  • úr HS: Bartal E. Eidesgaard, Eyðrið Mortensen, Johan N. Dam, Kristina í Skála og Vár E. Eidesgaard, umframt venjari Panagiotis Christou
  • úr SuSvim: Rói Bech, Róland Toftum og Sára R. Nysted, umframt venjari Pedro Nunos Prazeres
  • úr Ægir: Barbara Debes, Rebekka Trygvadóttir, Rókur Trygvason, Signhild Joensen og Sólvá A. Sigurðsson, umframt venjari Juan Jaime Arroyo Toledo
Róland Toftum hevur meldað avboð til kappingina í Bergen, men luttekur tó á hesi venjingarlegu, meðan Birita Debes er ikki á legu vegna sín lestur í Danmark, men ætlar sær til Bergens at kappast. Venjingarlegan nú er ‘short and sweet’, til í annaðkvøld, men síðani skulu tey til Bergens longu mikumorgunin hin 3. apríl sum BSF byrjar fríggjadag, og síðani aftaná ein túr til Vágs aftur til eitt tiltak sum tit frætta meira um vónandi heilt skjótt. Vegna SSF Rókur
Posted in Venjing | Comments Off on Landsliðslega í Vági

Nú steingja vit fyri tilmeldingum til FINA dómaraskeiðið 2019

Um tú ætlar tær við á FINA dómaraskeiðið hin 22. til 24. mars 2019, og ikki hevur meldað til enn, so er tað nú at tað má gerast – í øllum førum um tú ætlar at fáa bjóðað mat og/ella innivist.

Tilmeldingarskjalið er her

Continue reading

Posted in Kapping, Útbúgving | Comments Off on Nú steingja vit fyri tilmeldingum til FINA dómaraskeiðið 2019