Forfólkafundur 20. september 2025

Svimjisamband Føroya skipaði nú leygardagin 20. september fyri forfólkafundi, har umboð fyri feløgini og SSF umrøddu ymisk felags viðurskifti. Tað varð ein góður dagur frá 10 til 16, við áhugaverdum innsløgum og góðum kjaki.

Skráin var í høvuðsheitum

Forfólkafundirnir eru nú vanliga í september og januar, um ikki okkurt serligt er áfatt.

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Forfólkafundur 20. september 2025

Startlistar til HS-stevnuna 20. september 2025

Havnar Svimjifelag skipar nú leygardagin hin 20. september 2025 fyri svimjistevnu fyri okkara yngstu aldursbólkar, í Svimjihøllini í Gundadali. Startlistarnir síggjast her á Swimify

  • Partur 1 (2015 og yngri): Upphiting kl 10.30, kapping kl 11
  • Partur 2 (2011-14): Upphiting 12.45, kapping kl 13.30
Posted in Kapping | Comments Off on Startlistar til HS-stevnuna 20. september 2025

Líggjas 3:57.49 og gull í 400 frí á Sparekassen Thy Cup 2025

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at verða skjótastur av øllum í 400 metra frísvimjing á Sparekassen Thy Cup 2025, tá ið hann har í Thisted svam seg til úrslitið 3:57.49. Sí úrslistalistan her á Swimify

Tey kappast víðari í morgun leygardag umframt sunnumorgunin. Luttøkan hjá Líggjasi sæst her á Swimify

Líggjas. Sabina Poulsen eigur myndina

Posted in Kapping | Comments Off on Líggjas 3:57.49 og gull í 400 frí á Sparekassen Thy Cup 2025

Innbjóðing til HS Open 3. og 4. oktober 2025

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjfelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjakvøldið hin 3. og leygardagin hin 4. oktober 2025

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS Open 3. og 4. oktober 2025

Innbjóðing til HS bólkastevnu 20. september 2025

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 20. september 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS bólkastevnu 20. september 2025

Føroyar-Ísland venjingarlega og landsdystur 5. – 7. september 2025

Svimjihøllin í Gundadali var í vikuskiftinum karmur um felags venjingarlegu hjá Svimjisambandi Føroya og Sundsamband Íslands, fyri svimjarar fødd í 2009 til 2012. Skipað var fyri felagsvenjingum fríggjakvøld og sunnumorgunin, landsdysti leygardagin og hugnaløtu leygarkvøldið, umframt at tey ótu saman.

Continue reading
Posted in Heilsa, Venjing | Comments Off on Føroyar-Ísland venjingarlega og landsdystur 5. – 7. september 2025