Skipan til úttøku av venjarum og leiðarum SSF

Starvsnevnd SSF samtykti herfyri fyrstu útgávu av skipan SSF til úttøku av venjarum og leiðarum, omaná drúgva viðgerð eisini saman við feløgunum. Hetta til at hava greiðar reglur fyri hvussu hesi verða úttikin, umframt at hava grundleggjandi treytir á skrift til hesi.

Posted in Lógir og reglugerðir | Comments Off on Skipan til úttøku av venjarum og leiðarum SSF

World Aquatics góðkent Swim Open Tórshavn og FML 2025 sum úttøkustevnur til HM 2025

Altjóða svimjisambandið hevur nú váttað, at hesar báðar stevnur eru góðkendar sum úttøkustevnur til HM 2025 í Singapore:

  • Swim Open Tórshavn hin 24. til 26. apríl 2025
  • FM á langgeil í Vági hin 7. til 8. juni 2025

Har eru ávís krøv sum vit skulu uppfylla afturat, so sum at fullfíggjaðir dómaralistar skulu sendast inn áðrenn stevnustart, og at hyljalongdin skal eftirkannast.

Swim Open Tórshavn sæst longu millum góðkendu stevnur, her hjá World Aquatics, og FM á langgeil kemur væl afturat rættiliga skjótt.

Posted in Kapping | Comments Off on World Aquatics góðkent Swim Open Tórshavn og FML 2025 sum úttøkustevnur til HM 2025

Úrslit frá HS Open 8. og 9. februar 2025

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni HS Open, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 8. og sunnudagin hin 9. februar 2025. Hetta var fyrsta svimjistevna á langgeil í nýggja langhylinum í Havn.

Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá HS Open 8. og 9. februar 2025

SSF kalendarafundurin 2025

SSF hevði sín árliga kalendarafund í dag, har tillagingar vórðu gjørdar til árið 2025, og kalendarin avtalaður so frægt sum vit nú kunnu til í 2026. Hartil vóru ymisk evni viðgjørd, runt tað at skipa fyri svimjistevnum í Føroyum.

Continue reading
Posted in Felagsskapur, Kapping | Comments Off on SSF kalendarafundurin 2025

Líggjas ársins stjørnuskot 2024

Líggjas Joensen (2008) úr Ægir varð nú leygarkvøldið hin 1. februar 2025 avdúkaður sum Ítróttastjørnuskotið 2024, á Ítróttafagnaðinum 2024 sum Ítrottasamband Føroya skipaði fyri í Løkshøll í Runavík.

Líggjas Joensen ítróttastjørnuskotið 2024
Continue reading
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Líggjas ársins stjørnuskot 2024

Úrslit frá FLOT-stevnuni 1. februar 2025

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið FLOT skipaði fyri í svimjihylinum í Tofta skúla, nú leygardagin hin 1. februar 2025. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá FLOT-stevnuni 1. februar 2025