Úttøkuskipan til eyka úttøkur

Stutt sagt

Ein skipan til at hava greiðar reglur fyri eyka úttøku, um hetta verður mett neyðugt ella hóskandi, aftaná at eitthvørt kravtíðarskeið er lokið. Hetta serliga til tá í so fáir svimjarar hava klárað kravtíð, í mun til fíggjarstyrk, ella tað sum SSF longu fíggjarliga hevur bundið seg til.

Frymil

At taka út fyrst sambært stig 1, síðani stig 2 og 3, og at enda stig 4

  1. Lægst loyvda støði
    Eitt minstamark er ásett í AQUA-stigum, til at vera 500 AQUA-stig í sambandi við NMU, 600 AQUA-stig í sambandi við Oyggjaleikir og NJM/NM, og 700 AQUA-stig í sambandi við EM og HM. Hetta skal hava verið klárað sum éitt svimjiúrslit í éinari grein í viðkomandi svimjiárshálvu, altso til dømis sum ‘top score’ í 50 bringu. Tilsvarandi minstamark verður ásett til aðrar stevnur, tá ið hesar eru viðkomandi.
  2. Ískoyti til liðsvimjing
    Svimjisambandið hevur góðar royndir av liðsvimjing sum ‘team building’ uppá tvørs av feløgum, og ynskir tí at stuðla undir slíkum. Um ein ella tveir svimjarar vænta til at kunna stilla við eini liðsvimjing, og teir longu kvalifiseraðu væl at merkja vilja luttaka í liðsvimjing, so kunnu teir svimjarar her koma afturat, sum geva best møguliga liðsvimjing sæð út í frá svimjiúrslitum í viðkomandi svimjiárshálvu.
  3. Kynsbýti
    Svimjisambandið ásetur sum høvuðsreglu sama støði av kravtíðum til menn og kvinnur, men ynskir samstundis sum høvuðsreglu at stimbra svimjing bæði fyri menn og kvinnur, eisini tí at World Aquatics (AQUA) ofta setur krøv til luttøku við báðum kynum. Tí verða svimjarar her á næsta stigi fyrst skoyttir uppí av tí kyni sum er í minniluta, áðrenn vit taka út eftir kappingarstøði.
  4. Kappingarstøði
    Um neyðugt er at velja millum fleiri svimjarar á hesum stigi, so verður tann svimjari valdur sum hevur besta svimjiúrslit at vísa á í éinari grein í viðkomandi svimjiárshálvu. Galdandi AQUA-stigi verður nýttur til at samanbera svimjiúrslit. Um tað skuldi hent seg at tveir ella fleiri svimjarar tá standa á jøvnum, so verða næst- og triðbestu svimjiúrslit samanborin, og so framvegis.

Gevið gætur!

Úttiknu eyka svimjarar skulu sjálvsagt fyrst og fremst luttaka í teimum greinum sum viðførdu at tey vórðu úttikin, og verður tað væntað at tey eisini fyrst og fremst prógva seg har. Starvsnevndin tilskilar sær hartil rætt at velja svimjarar frá, um serligar umstøður tala fyri hesum. Til dømis skaði.

Samtykt á starvsnevndarfundi 27. august 2017, og dagførd av starvsnevndini við kunning til aðalfund SSF hin 13. apríl 2024.