Skipan til úttøku av venjarum og leiðarum SSF

Stutt sagt

Ein skipan til at hava greiðar reglur fyri hvussu vit taka út venjarar og leiðarar til landsliðsuppgávur, tað verði seg venjingarlegur, stevnur ella annað virksemi hjá SSF í Føroyum og uttanlanda.

Mannagongd

Starvsnevnd SSF tilskilar sær rætt at avmarka viðkomandi venjarar og leiðarar til fólk sum vit kenna og hava álit til, frá egnum royndum í SSF-høpi, so sum frá undanfarnum uppgávum vegna SSF. 

Nýggj fólk eru vælkomin at bjóða seg fram, og er vanliga gongdin tá at byrja við uppgávum har fleiri eru um uppgávuna, og har meira roynt fólk hevur leiðsluna. Eitt nú landsliðslegur í Føroyum.

Landsliðsvenjarin ella -toymið gera uppskot til úttøkuna, har tey sjálvi eru fyrstaval, og annars onnur í tann mun sum hesi eru skikkaði til uppgávuna, við rotatión um hetta verður mett sum hóskandi. 

Allar úttøkur skulu staðfestast av starvsnevnd SSF, sum lýst í reglugerð SSF fyri úttøkur:

https://ssf.fo/felagsskapur/reglugerd/reglugerd-um-uttoeku-og-kravtidir/

Treytir og skyldur

Viðkomandi skal uppfylla og skrivliga ganga undir grundleggjandi treytir SSF til venjarar og leiðarar, sum lýst á næstu síðu. [sí viðfesta skjal]

Væntað verður at viðkomandi eru nærløgd og ábyrgdarfull, at taka sær av teimum uppgávum sum tey eru úttikin til, íroknað at ansa eftir og fáa sum best burturúr liðnum á viðkomandi uppgávu.

Heimild

Starvsnevndin peikar út ein ella fleiri leiðarar ella venjarar, at hava høvuðsábyrgd fyri liðnum vegna SSF, íroknað at skula traðka til og taka avgerð um okkurt knappliga tekur seg upp. 

Viðkomandi tekur so vítt gjørligt avgerð í samráð við starvsnevnd SSF, men kann av neyð taka støðu sjálv/ur. Til dømis um eitthvørt skal gjaldast á staðnum.

Endurgjald og samsýning

Úttiknu venjarar og leiðarar fáa endurgjald fyri útreiðslur vegna SSF á landsliðsuppgávum, umframt møguliga samsýning sambært reglugerð SSF fyri tænastuferðir:

https://ssf.fo/felagsskapur/reglugerd/reglugerd-um-taenastuferdir/

Samtykt av starvsnevnd SSF hin 12. februar 2025

Sí eisini viðfesta skjal, við grundleggjandi treytum á síðu 2:

https://ssf.fo/wp-content/uploads/2025/02/SSF-skipan-uttoku-venjarar-leidarar-20250212.pdf