Grein 1 – Heiti:
Stk 1: Svimjisamband Føroya hevur Íðkaranevnd í samsvar við reglugerð hjá IOC.
Grein 2 – Endamál:
Stk 1: Nevndin skal umboða sjónarmiðini hjá teimum aktivu íðkarunum og er ráðgevandi hjá starvsnevnd og undirnevndum SSF í viðurskiftum hjá íðkarum.
Stk 2: Nevndin hevur fimm limir. Javnstøða skal vera í nevndini.
Grein 3 – Val:
Stk 1: Valrætt hava tey ítróttarfólk, sum eru fylt 15 ár, og valbæri tey ítróttarfólk sum eru fylt 18 ár, ið hava umboðað teirra felag á føroyskari meistarastevnu undir SSF í seinasta lagi átta ár undan uppstilling til val í nevndina.
Stk 2: Limafeløg SSF seta fram uppskot um nevndarlimir. Feløg kunnu innstilla upp til tvey umboð hvør, tó við teirra treyt, at tey tvey umboðini tá hava hvør sítt kyn.
Stk 3: Íðkarar kunnu sjálvir stilla upp. Hertil krevst 10 stillarar, sum sjálvir hava valrætt.
Stk 4: Eru færri enn fimm íðkarar, sum stilla upp, kann starvsnevndin velja valevni, sum uppfylla treytirnar í grein 3, stk. 1 og 2. Sama er galdandi um færri enn tvey eru uppstillaði av eina kyninum.
Stk 5: Starvsnevnd SSF skipar valið sambært reglugerð.
Grein 4 – Valskeið:
Valskeiðið er fýra ár. Tó val annaðhvørt ár so at hvørji tvey eru ávikavist tveir og tríggir nevndarlimir fyri vali.
Grein 5 – Innanhýsis skipan:
Nevndin skipar seg sjálv við forfólki og varaforfólki og skrivara. Forfólkið fær sæti í starvsnevnd SSF.
Stk 2: Hildnir verða í minsta lagi fýra fundir hvørt ár, og gerðabók verður førd. Starvsnevnd SSF er nevndini til hjálpar.
Stk 3: Tá ið atkvøtt verður, er vanligur meiriluti galdandi. Stendur á jøvnum í atkvøðugreiðslu er atkvøða forfólksins avgerandi.
Samtykt á aðalfundi 23. mars 2023.