1. Navn
Svimjisamband Føroya, stuttstavað SSF.
2. Endamál
AT menna og skapa áhuga fyri svimjiítróttina og at betra um heilsustøðuna og møguleikanum fyri lívbjargni umframt at seta førleikakrøv til lívbjarging og trygd í sambandi við svimjing.
AT vera savnandi og at virka fyri samstarvi og trivnaði í føroysku svimjiítróttini og hjá øllum teimum sum luttaka.
AT virka fyri at øll kunnu íðka svimjiítrótt í einum tryggum umhvørvi.
AT menna svimjiítróttin og geva hvørjum einstaklingi høvi at íðka svimjiítrótt á tí støði og tí førleika viðkomandi hevur, soleiðis at øll kunnu íðka.
3. Hægsti myndugleiki
SSF er hægsti myndugleiki í øllum svimjiviðurskiftum.
4. Limir
Ítróttarfeløg, ið íðka svimjiítrótt, skulu gerast limir í SSF.
Umsókn um limaskap verður skrivliga at senda til SSF. Starvsnevnd SSF avger um felagið kann gerast limur. Verður umsóknin noktað kann felagið leggja avgerðina fyri fyrstkomandi aðalfund.
Útmeldan av felagi verður eisini at senda skrivliga til SSF.
Annars verður víst til lógir ÍSF’s.
5. Limaskyldur
Feløgini hava skyldu
a) at halda lógir og reglugerðir Svimjisambandsins.
b) so vítt gjørligt, at verða SSF til hjálpar tá hetta er neyðugt.
c) at boða SSF skrivliga frá og fáa loyvi at luttaka í svimjikappingum og venjingarlegum uttanlanda.
d) at senda SSF úrslit frá uttanlanda kappingum í seinasta lagi 14 dagar aftaná heimkomuna.
e) at boða SSF frá svimjivitjanum úr útlondum og fáa loyvi at halda kappingar ímóti útlendskum feløgum.
6. Limaskapur
SSF er limur í ÍSF, og starvsnevndarforfólkið umboðar SSF í umboðstinginum hjá ÍSF. SSF umboðar Føroyar í alheims- og millumlandasamgongum. SSF er limur í Nordic Swimming Federation (NSF), evropeiska svimjisambandinum European Aquatics og altjóða svimjisambandinum World Aquatics, og eigur at syrgja fyri at lógir og reglugerðir teirra verða fylgdar. SSF er atlimur í evropeiska lívbjargingarsambandinum ILSE og altjóða lívbjargingarsambandinum ILS.
7. Stjórnin
Svimjisamband Føroya verður stjórnað av:
1. Aðalfundinum
2. Starvsnevndini
Aðrar nevndir
8. Aðalfundurin
Hægsti myndugleiki í SSF er aðalfundurin, sum verður hildin í mars/apríl mánað. Aðalfundurin verður lýstur við skrivligari fráboðan til limafeløgini og á heimasíðu SSF 60 dagar frammanundan.
Dagsskráin er hendan
1. Val av orðstýrara.
2. Starvsnevndarforfólkið leggur fram frágreiðing frá virksemi sambandsins í farna ári.
3. Góðkenning av forfólkafrágreiðingini.
4. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.
5. Góðkenning av ársroknskapinum.
6. Starvsnevndarforfólkið leggur fram fíggjarætlan fyri inniverandi fíggjarár.
7. Góðkenning av fíggjarætlanini.
8. Innkomin mál.
9. Ásetan av ársgjaldi.
10. Val av nevndum og eykalimum.
11. Ymiskt.
Viðtøkuføri
Aðalfundurin er viðtøkuførur tá meira enn helvtin av limafeløgunum eru møtt á aðalfundi.
Innkomin mál
Uppskot um lógarbroytingar og mál viðvíkjandi skipan av sambandinum, sum verða kravd viðgjørd á aðalfundi, skulu vera starvsnevndini í hendi 2 vikur fyri aðalfundin.
Uppskot kunnu leggjast fyri aðalfundin av feløgum í SSF, starvsnevndini, starvsnevnd ÍSF og grannskoðaranum. Hesi nevndu hava talurætt.
Innkomin uppskot skulu standa á fundarskránni. Mál ið ikki standa á fundarskránni, kunnu bara viðgerðast, um 2/3 av atkvøðunum á aðalfundinum er fyri at taka tey til viðgerðar.
Val av nevndum og eykamonnum
Uppskot til val av limum í starvsnevndini skulu vera starvsnevndini í hendi 2 vikur fyri aðalfundin.
Fráboðan um fundarskrá v.m.
Fundarskrá, uppskot um lógarbroytingar, onnur innkomin mál og uppskot til val av nevndarlimum í starvsnevndini vera send feløgunum 8 dagar fyri aðalfundin.
Møtirætt
Hvørt felag kann senda 3 umboð til aðalfundin.
Eingin kann á aðalfundi umboða svimjifelag, uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánað og hava limagjald og onnur limaviðurskifti síni í lagi. Starvsnevndin, tekniska svimjinevndin og aðrar nevndir, ið starvsnevndin hevur sett, 3 umboð fyri starvsnevnd ÍSF’s, dómsnevndin og grannskoðarin hava møtirætt. Starvsnevndin kann, um hetta verður hildið at verða neyðugt, bjóða uttanfyristandandi at luttaka á aðalfundinum við ella uttan talurætt.
Atkvøðurætt
Atkvøðurætt við einari atkvøðu hava feløgini, við hesum treytum sum ásett í World Aquatics BL9.4:
a) felagið skal hava minst 10 íðkarar knýtt at sær
b) felagið skal luttaka á meistarastevnum SSF og á øðrum svimjistevnum góðkendar og/ella fyriskipaðar av SSF
c) felagið skal gjalda møguligt limagjald til SSF, og eftirlíka aðrar fíggjarligar skyldur
d) felagið skal halda seg fult út til ásetingarnar í World Aquatics C8, herundir serliga at eftirlíka og íverkseta avgerðir tiknar av World Aquatics og SSF, umframt at stuðla SSF í royndum sínum at náa sínum málum.
Atkvøðuháttur
Atkvøðan fer fram munnliga ella skrivliga. Um ein ella fleiri av teimum, sum hava atkvøðurætt, ynskja tað, skal atkvøðast skrivliga. Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðalfundi, skal meira enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri.
Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundur skal verða hildin, um starvsnevndin ella helvtin av feløgunum í SSF skrivliga ynskja tað. Hesin skal verða lýstur 14 dagar frammanundan.
9. Starvsnevndin
Í starvsnevndini sita: forfólk, næstforfólk og skrivari og tveir nevndarlimir. Teir verða valdir einsæris á aðalfundinum fyri 2 ár. Forfólk og tveir nevndarlimir verða valdir maka ár og næstforfólk og skrivari ómaka ár. Frá 2022 at galda, kann starvsnevndarlimur í mesta lagi verða valdur fyri seks setur, svarandi til 12 ár, umframt í mesta lagi seks setur afturat sum forfólk, svarandi til 12 ár afturat ella í mesta lagi 24 ár tilsamans.
Javnstøða eigur at vera í starvsnevnd SSF, á 70/30 frá 2025 og 60/40 frá 2026.
Valdur verður tiltakslimur fyri 1 ár. Um tiltakslimur kemur inn í nevndina í árinum kann nevndin skipa seg av nýggjum, men valið á komandi aðalfundi skal fara fram sum um umskipan ikki var farin fram. Tiltakslimurin er ikki at rokna sum starvsnevndarlimur, uttan so at viðkomandi av starvsnevndini er staðfestur at hava tikið varanda pláss fyri navngivnan lim í starvsnevndini.
Aftrat teimum er forfólkið í íðkaranevndini, sum fær sæti sum vanligur limur í starvsnevndini.
Fráfaringaraldur: Nevndarlimur og/ella forfólk kann í mesta lagi verða 80 ára gamal.
Starvsnevndin hevur øll fíggjar- og fyrisitingarlig viðurskifti um hendi. Aðalfundarsamtykt skal fyriliggja við keyp og sølu av fastari ogn.
Limirnir í starvsnevndini kunnu fyri fyrisitingarliga starv sítt fáa løn ella endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Starvsnevndin samtykkir, um slík samsýning skal latast.
Starvsnevndin ger uppskot til reglugerð fyri samsýningarnar, sum verður løgd fyri aðalfundin til góðkenningar og starvsnevndin hevur ábyrgdina av, at ásetingarnar í reglugerðini verða fylgdar.
Starvsnevndin kann seta fólk fyri løn.
Starvsnevndin sendir einaferð árliga ÍSF frágreiðing um virksemi hjá SSF.
Starvsnevndin tekur avgerð um handan av heiðursmerkjum og virðislønum.
10. Aðrar nevndir
Starvsnevndin hevur heimild at seta aðrar nevndir at taka sær av uppgávum í Svimjisambandinum. Starvsnevndin hevur heimild at finna nýggj fólk í hesar nevndir, tá hetta er neyðugt. Talið av nevndarlimum avgerð starvsnevndin. Allar nevndir virka undir ábyrgd og góðkenning starvsnevndarinnar, eins og starvsnevndin skal góðkenna allar reglugerðir.
Teknisk svimjinevnd og Kappingarnevnd
Starvsnevndin setir tvær nevndir at taka sær av øllum kappingarviðurskiftum til SSF-góðkendar kappingar, heruppií Meistarakappingar. Sett verður ein teknisk svimjinevnd og ein kappingarnevnd, sum fyriskipar kappingina í verki.
1. Tekniska svimjinevndin verður mannað við í minsta lagi 3 fólkum.
2. Tekniska svimjinevndin hevur ábyrgd av øllum reglubundnum viðurskiftum, so sum at:
a) góðkenna yvirdómarar til kappingar,
b) eftirkanna innbjóðingarskriv,
c) eftirkanna kappingarskrá,
d) hava eftirlit við, at kappingarreglurnar verða hildnar undan og undir kapping,
e) ummæla klagur um teknisk og lógarbundin viðurskifti, sum verða latnar inn undir og beint aftaná kapping, áðrenn klagan verður latin dómsnevndini, sí kærufreistir hesum viðvíkjandi,
f) handhevja regluverkið hjá SSF, European Aquatics og World Aquatics í øllum kappingarviðurskiftum.
3. Tekniska svimjinevndin kann gera starvsskipan fyri manning og virksemið sítt, sum skal góðkennast av starvsnevndini.
4. Kappingarnevndin er tað felagið, sum er vertur fyri einari SSF-góðkendari kapping ella tað felagið, sum hevur heimahyl til eina Meistarastevnu hjá SSF. Kappingarnevndin hevur ábyrgd av øllum praktiskum viðurskiftum í sambandi við fyriskipan av kappingini, so sum at gera hyl og høll klára til kapping.
5. Starvsnevndin kann gera starvsskipan fyri virksemið hjá kappingarnevndini.
Íðkaranevnd
1. SSF hevur eina íðkaranevnd, ið virkar sambært Olympiska skjalinum.
2. Umboð verða vald í íðkaranevnd eftir reglunum í reglugerð um íðkaranevnd.
Stjórnarfundir
Starvsnevndin tekur stig til at skipa fyri stjórnarfundum við jøvnum millumbilum. Á hesum fundum luttaka allir nevndarlimir í øllum nevndum, undir Svimjisambandinum, tó undantikið dómsnevndina.
Kærur
Allar kærur skulu beinast til ta nevnd, ið hevur málið um hendi. Avgerðin í hesi nevnd kann kærast til starvsnevndina, ið kann taka avgerð í málinum, ella beina málið víðari til dómsnevndina. Tekur starvsnevndin avgerð í máli, kann henda avgerð kærast til dómsnevndina.
11. Dómsnevndin
Í dómsnevndini sita 3 limir, sum arbeiða sambært reglugerð fyri dómsnevndir hjá ÍSF.
12. Felags fyri nevndirnar
Nevndirnar skulu útinna viðtøkur gjørdar á aðalfundinum og syrgja fyri, at lógir og reglugerðir altíð, so vítt gjørligt, eru í samsvar við altjóða reglur.
13. Kappingarárið
Kappingarárið hjá SSF er at rokna frá 1. september til 31. august.
14. Uttanveltað
SSF er uttanveltað í politiskum og trúarspurningum.
15. Fíggjarliga grundarlagið
Fíggjarliga grundarlagið er inntøkan av ársgjøldum, luttøkugjøldum, kappingum, partur av landskassastudningi, stuðulssvimjingum (sí reglugerð) o.ø. Roknskaparárið er álmanakkaárið.
16. Tekningarreglur
SSF verður bundið av undirskrift hjá forfólkinum og tveimum starvsnevndarlimum.
17. Avtøka
Uppskot um avtøku av SSF kann bert leggjast fram á aðalfundinum. Fyri at vinna sømdir skal uppskotið viðtakast av 3/4 av teimum, sum hava atkvøðurætt. Samstundis skulu í minsta lagi 3/4 av feløgunum verða umboðað.
Møguligar ognir skulu verða svimjingini ella ítróttini at gagni.
Góðkend av aðalfundi hjá Svimjisamband Føroya 13. apríl 2024.