Reglugerð um bólkabýti

Bólkabýti

Bólkur 1 eru: svimjarar ið fylla 8 ár í kalendaraárinum, og yngri

Bólkur 2 eru: svimjarar ið fylla 9 ella 10 ár í kalendaraárinum

Bólkur 3 eru: svimjarar ið fylla 11 ella 12 ár í kalendaraárinum

Bólkur 4 eru: svimjarar ið fylla 13 ella 14 ár í kalendaraárinum

Junior yngri eru: svimjarar ið fylla 15 ella 16 ár í kalendaraárinum

Junior eldri eru: svimjarar ið fylla 17 ella 18 ár í kalendaraárinum

Bólkaskifti

Bólkaskifti fer fram um árskifti.

T.v.s. at svimjari endar í ávísum bólki 31. desembur, og byrjar í nýggjum 1. januar, árið eftir.

Juniormet

Juniormet kunnu setast av svimjarum í juniorbólkunum, og í bólkunum yngri enn junior.

Í samband við nýtt bólkabýti í 2009, og til at leggja eitt ávíst støði, eru har umframt ásettar kravtíðir til at kunna seta juniormet.

Juniormet kunnu setast í 25 og 50 metur hyli og somu kravtíðir eru galdandi. Svomnu tíðirnar eru tó ikki sambærligar, og verða tí bólkaðar eftir, hvørjum hyli (25 ella 50 m) ið svomið er í.

Tað áliggur svimjifelagnum, hjá tí metsetandi svimjaranum at fráboða nýggj met.

Samtykt av aðalfundinum 23. mars 2023 við góðkenning frá starvsnevnd SSF, at koma í gildi frá 1. apríl 2023