Category Archives: Vinstri forsíðubjálki
Talentlandsliðsvenjing í svimjing
Svimjisambandið skipaði fyri talentlandsliðsvenjing, fyrsta vikuskifti í desember.
Endaði EM við trimum metum
Í fyrstu kapping sunnumorgunin setti Shaila millum Garðarnar nýtt føroyskt met í 50 frísvimjing. Tíðin hjá Shailu gjørdist 26,49 og nýtt føroyskt met. Shaila gjørdist nr. 53. EM í svimjing fekk ein virðiligan enda fyri føroyska liðið. Seinasti svimjari í … Continue reading
Tvey met og fimtapláss í 1500
Kappingin vit øll hevði bíðað eftir var uttan iva 1500 frísvimjing. Pál Joensen, ið var tilmeldaður við 8. besti tiðini og skuldi svimja í skjótasta riðli seinnapartin leygardagin, hevði innan kappingina bóða frá at fór eftir heiðursmerki. Innan kappingina var … Continue reading
Kári og Mona hava svomið leygarmorgun
Leygarmorgun hava vit havt tveir svimjarar í hylinum. Fyrstur var Kári á Høvdanum, ið svam 100 ryggsvimjing. Kári legði út á 0:27,19 og enda kappingina í 0:56,94. Hetta 81 hundraðpartar seinni enn tilmeldingartíðin. Kári gjørdist nr. 32. Mona Simonsen svam … Continue reading
Mona betraði seg næstan 5 sekund
Mona Simonsen svam í morgun 800 frí til EM í Rijeka, Kroatia. Tíðin hjá monu gjørdist 9:04,88, eina betring av tilmeldingartíðini uppá 4 sekund og 71 hundraðpartar. Splitttíðirnar hjá Monu vóru hesar: 30,17 32,91 1:03,08 33,72 34,11 … Continue reading
Kári svomið 50 rygg
Kári á Høvdanum hevur svomið 50 ryggsvimjing í fyrstu kapping í morgun. Tíðin hjá Kára gjødrist 26.37, ið er 27 hundraðpartar seinni enn tilmeldingartíðin. Kári legði væl út og var við inn í vendingina, men hevði ikki ein nóg góða … Continue reading