Category Archives: Tíðindaskriv
Tveir nýggir samstarvsfelagar
Svimjisambandið hevur gjørt avtalu við Vodafone og Tryggingarfelagið Føroyar um samstarv komandi tvey árini. Avtalurnar koma afturat teimum, sum áður eru gjørdar við Norðoya Sparikassa, Atlantic Airways og Intersport. Hesar fimm avtalur skulu komandi tvey árini, fram til 2010, hjálpa Svimjisambandinum … Continue reading
Jon Hestoy afturvaldur
Eftir ársfundin í europeiska svimjisambandinum, LEN, sum varð hildin í Zurich í Sveits sunnudagin, eru undirnevndirnar eisini mannaðar fyri komandi 4 árini. Í nevndina fyri Open Water er Jon Hestoy afturvaldur. Vit ynskja Jon tillukku við afturvalinum og takkað fyri hansara … Continue reading
Altjóða Dómari í Svimjing
Altjóða svimjisambandið, FINA, hevur góðkent Evald Rasmussen sum altjóða dómara frá 1. januar 2009 at rokna.
Fundur við feløgini
Starvsnevndin hevur boðið formonnunum í feløgunum til fundar leygardagin, 4. okt kl 09:30, í Fuglafirði Til viðgerðar eru møguligar lógarbroytingar í SSF.
Ársaðalfundur 2008
Aðalfundurin hjá Svimjisambandinum verður í ÍSF-húsinum leygardagin 25. okt.kl. 10.00. Dagsskráin er hendan: 1. Val av orðstýrara 2. Starvsnevndarformaðurin leggur fram frágreiðing frá virki felagsins í farna ári 3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan rokniskap 4. Innkomin mál 5. Val av … Continue reading
NJM 2008 í Svøríki
Norðurlendska kappingin (NJM) verður í ár í Svøríki, í døgunum 6. og 7. december. Kappingin er í Södertälje, sum liggur uml 30 km uttan fyri Stockholm. Luttakarnir eru gentir sum eru føddar 1993-1994 og dreingir føddir 1991-1992








