Category Archives: Tíðindaskriv
Føroyingar 18 ferðir í finalu í dag
Turið S. Christiansen setti enn eitt juniormet í morgun, tá ið hon í 100 bringu svam teinin uppá 1:19.20, og saman við 12 ára gomlu Tanju Skaalum kvalifiseraði seg til A-finaluna á Reykjavík International Games, seinnapartin. Ungu føroyingarnir hava til … Continue reading
Ungi Magnus Jákupsson nýtt føroyskt met í 400 blandað
Fyrsti dagurin á Reykjavíkar International Games er liðugur og gjørdist føroysku úrslitini sera góð. Okkara svimjarar komu víðari í 15 finalum, herav 8 A-finalum.
Veldug føroysk luttøka á Reykjavík International
Nú um vikuskiftið verður stór altjóða svimjistevna í Reykjavík, har millum annað 43 føroyskir svimjarar luttaka. Hetta verður ein avbjóðandi svimjistevna, har tey skulu kappast ímóti flestu av teimum bestu íslendsku svimjarunum, umframt einum norskum landsliði við sjálvum Alexander Dale … Continue reading
26 svimjarar til Íslands í dag
Svimjisamband Føroya sendi í morgun 16 ungar svimjarar til Íslands á venjingarlegu, at venja í 50 metra svimjihyli. Venjarar á ferðini eru Sonni Eliasen og Karina Petersen úr Fuglafirði, og afturat teimum senda Ægir og Suðuroyar Svimjifelag hvør sínar 5 … Continue reading
Pál Joensen á venjingarlegu í Potsdam
Pál Joensen og Jón Bjarnason fóru mánadagin 4. januar til Potsdam í Týskalandi, at venja har í 12 dagar saman við harðastu svimjarum úr Týskalandi, Avstralia, Italia, Spania og Suðurafrika. Talan er um fyrstu “Battle Training Camp” venjingarlegu millum hesi … Continue reading
Pál Joensen World Cup vinnari og nýtt norðurlendskt met
Á øðrum degnum á FINA World Cup í Moskva lukkaðist tað hjá Pál. Ein framúrskarandi 1500 metur, væl svomin og sigurin var ongantíð í iva. Tá avtornaði vann Pál við tíðini 14:32.64 næstan sjey sekund framman fyri Vitaly Romanovich úr … Continue reading