Category Archives: Tíðindaskriv
Pál Joensen kappast í Suðurafrika
Pál Joensen kappast í hesum døgum á Suðurafrikansku meistarastevnuni á langgeil, sum er í býnum Durban á eysturstrondini av Suðurafrika. Pál luttekur í greinunum 200, 400, 800 og 1500 frí, har hann undan kappingina var styrkismettur at gerast nummar 8 … Continue reading
Føroyskir svimjarar til OL
Ítróttasamband Føroya og Svimjisamband Føroya fegnast um at kunna kunngera, at í framtíðini fara føroyskir svimjarar frítt at kunna luttaka fyri Føroyar í øllum FINA-kappingum, sum t.d. HM, EM og World Cup kappingum, samstundis sum teir umboða Danska Kongaríkið á … Continue reading
2 føroysk met og 5 juniormet
Stór svimjistevna var í Klaksvík í gjár, har bæði ung og gomul royndu seg. 12 kvinnur og 29 mans í aldri frá árgang 1945 til 1983 høvdu meldað seg til kappingina afturat vanligu svimjarunum, soleiðis at aldurin strekti seg líka … Continue reading
Svimjiskúli Føroya á ráðstevnu í Noregi
Trý umboð fyri Svimjiskúla Føroya hava í vikuskiftinum verið á norðurlendskari ráðstevnu í Asker nær Oslo, at kunna seg um nýggjastu læruhættir innan grundleggjandi svimjifrálæru. Hendan norðurlendska ráðstevna verður í Tórshavn í 2012, undir leiðslu av Svimjisambandi Føroya.
Rís og rós til føroyskar svimjarar
Svimjisamband Føroya hevði í vikuskiftinum aftur vitjan av estiska professaranum Rein Haljand, sum er serfrøðingur í rørslur hjá menniskjum, og ein av heimsins fremstu ráðgevum um svimjiteknikk. Niðurstøðan frá vitjanini hesuferð var, at føroysku svimjararnir sum heild hava betrað um … Continue reading
Birita juniormet og gull í seniorkapping
Reykjavík International Games 2010 er nú avgreitt, við hópin av góðum føroyskum úrslitum. Birita Debes megnaði í dag at vinna gull í 50 rygg í seniorbólkinum, og setti tá nýtt føroyskt juniormet. Birita vann eisini silvur í 200 rygg fyri … Continue reading