Category Archives: Tíðindaskriv

2 góð úrslit í Budapest í dag

Teir báðir Pauli Ø. Mohr og Pál Joensen svumu báðir fyri Føroyar á evropameistarastevnuni í Budapest í morgun, Pauli í innleiðandi riðlunum av 100 frí, og Pál í innleiðandi riðlunum av 800 frí. Hjá Paula gjørdist tað eitt stórt persónligt … Continue reading

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on 2 góð úrslit í Budapest í dag

Courage Pál, Courage !

Á triðja degi av evropeisku meistarastevnuni í kappsvimjing megnaði Pál Joensen tað sum vit bara tordu at droyma um, at vinna heiðursmerki eisini sum senior. Tíðin 14:56.90 er nýtt norðurlendskt seniormet, og triðbesta tíð í heiminum í ár. Alt var … Continue reading

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Courage Pál, Courage !

Pál víðari til EM-finalu í 1500 frí

Pál Joensen megnaði í dag at svimja seg víðari til finaluna í 1500 metra frísvimjing, á evropameistarastevnuni í Budapest. Hetta enntá við næstskjótastu tíð av øllum, uttan at hann veruliga spílaði seg út. Tíðin hjá Pál var 15:04.05, sum er … Continue reading

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Pál víðari til EM-finalu í 1500 frí

So er EM í Budapest byrjað

Pauli Øssursson Mohr svam í morgun 50 metra firvaldasvimjing á evropeisku meistarastevnuni á langgeil, sum er í Budapest í hesum døgum. Tíðin hjá honum varð 27.02 sekund, ið er flott persónligt met í mun til hansara nú fyrrverandi á 28.21 … Continue reading

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on So er EM í Budapest byrjað

Føroyingar á evropameistarastevnu í Budapest

Nú mánamorgun 9. august byrjar evropameistarastevnan í svimjing á langgeil, sum í ár er í Budapest í Ungarn. Fyri Føroyar luttaka Pauli Ø. Mohr og Pál Joensen, á hesi fyrstu veruliga stóru altjóða svimjistevnu eftir at superdraktirnar eru burtur.

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Føroyingar á evropameistarastevnu í Budapest

5 føroysk met og 7 juniormet á NMU 2010

Føroysku svimjararnir megnaðu í morgun at seta 4 nýggj føroysk met og 5 føroysk juniormet, á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung, sum hevur verið í Drammen í gjár og í dag. Magnus Jákupsson vann sær hartil silvurheiðursmerki í 50 metra firvaldasvimjing, … Continue reading

Posted in Óbólkað, Tíðindaskriv | Comments Off on 5 føroysk met og 7 juniormet á NMU 2010