Category Archives: Tíðindaskriv
Klárar tú 200? – Nýtt átak til at betra um svimjiførleikan í Føroyum
Svimjisamband Føroya fer nú undir eitt átak til at fáa so nógvar føroyingar sum gjørligt at kanna, um teir klára at svimja 200 metrar uttan íhald ella hjálpitól. Ein serlig nál er gjørd til tey sum prógva hetta, og var … Continue reading
FINA til Føroyar at góðkenna langhylin
Tann 10. oktober fer borgarstjórin Annika Olsen saman við umsitingini at hava fund við Joaquin Pujol, formann í FINA Facilities Committee (nevnd í Altjóða svimjisambandinum FINA), á Ráðhúsinum í Havn. Eisini luttaka umboð fyri Svimjisamband Føroya.
Svimjisamband Føroya yvirtekur lívbjargingarskipanina
Umboð fyri Svimjisamband Føroya møttust nú hóskvøldið hin 1. desember 2016 við umboð fyri Dansk Svømmeunion, í sambandi við at vit ynskja at formliga yvirtaka ta lívbjargingarskipan sum vit saman við Dansk Svømmeunion hava bygt upp her í Føroyum síðani … Continue reading
Pál 7:50.81 og í HM-finalu í 800 frí
Pál Joensen svam seg í morgun trygt í HM-finalu í 800 metra frísvimjing, tá ið hann í Palau Sant Jordi høllini í Barcelona svam teinin uppá 7:50.81. Tað var næstbesta tíð í triðseinasta riðli, og rakk til eitt samanlagt sættapláss … Continue reading
Birita føroyskt met í 100 rygg á HM í Barcelona
Tað gongur uppá stás hjá føroysku svimjarunum í Barcelona, har heimsmeistarastevnan í svimjing í hesum døgum verður avgreidd. Birita Debes setti í morgun nýtt flott føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing, við at svimja 1:05.64 har hennara met frá Danish … Continue reading
Føroyskt met til Poulu, fyrsta dag á HM 2013
Heimsmeistarastevnan í svimjing byrjaði avbera gott fyri okkum føroyingar, tá ið Poula Øssursdóttir Mohr longu í fyrstu kapping setti stórt nýtt føroyskt met, við at svimja 100 metra firvaldasvimjing uppá 1:04.58. Hon átti sjálv føroyska metið, frá tá ið hon … Continue reading