Category Archives: Óbólkað
Úrslit frá Ægir Open 15. og 16. februar 2020
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “Ægir Open” í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 15. og sunnudagin 16. februar 2020, sum Ægir skipaði fyri. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á SwimRankings
Úrslit frá HS-stevnuni 7. og 8. september 2019
Her eru úrslitini frá “SMS Open” svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin og sunnudagin 7. og 8. september 2019. Úrslitini finnast eisini her á livetiming.se
Støðan í Grand Prix kappingini aftaná 2 umfør
Her er støðan í Grand Prix kappingini nú aftaná umførini í Klaksvík hin 1. juni og Vági hin 8. juni, og áðrenn síðsta umfar í Tórshavn hin 15. juni.
SuSvim-dreingir tvær ferðir føroyskt juniormet í 4×50 blandað
SuSvim-dreingir settu í dag tvær ferðir føroyskt met í 4×50 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á Atlantic Open 2019 svumu teinin uppá tilsamans fyrst 1:54.13 í innleiðandi riðli, og síðani 1:52.64 í finaluni. Í innleiðandi vóru teir Rúni Bech, … Continue reading
Rókur 23.14 og føroyskt met í 50 frí
Rókur Trygvason úr Ægir setti í dag nýtt føroyskt met í 50 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hann í finaluni á Atlantic Open 2019 svam teinin uppá 23.14 sekund. Pál Joensen átti metið á 23.19, frá tá ið hann … Continue reading
Vár 8:46.64 og føroyskt met í 800 frí
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt met í 800 metra frísvimjing, tá ið hon á Atlantic Open 2019 svam teinin uppá 8:46.64. Hon átti sjálv føroyska metið á 8:50.79, frá FM á stuttgeil í … Continue reading









You must be logged in to post a comment.