Category Archives: Óbólkað
Elisabeth 1:01.42 og silvur á NJM 2021 !!
Elisabeth Erlendsdóttir hevur júst svomið seg til óføra flott silvur á NJM 2021 í Upplands Väsby í Svøríki! Hon var éin hundraðpart frá gullinum. Sí úrslitalistan her Super !
Luttakaralistar til FM og JM á stuttgeil 2021
Nú fríggjamorgunin byrjar Føroyameistarastevnan og Juniormeistarastevnan á stuttgeil 2021, við innleiðandi riðlum og juniormeistarastevnu fyrrapart, og síðani FM-finalum seinnapart. Luttakaralistarnir síggjast her á livetiming.se
20 svimjarar úttiknir til fyrstu SSF venjingarlegu í 2021-2022
Sum upplisið við endan av “HS Open” í dag, so hevur nýggi landsliðsvenjari SSF tikið út fylgjandi 20 svimjarar til fyrstu SSF venjingarlegu í svimjiárinum 2021-2022, sum verður í Klaksvík longu næsta vikuskifti, hin 17. og 18. september 2021.
Góðar tíðir eisini 2. dag á NMU 2021 í Klaipeda
Tær báðar Lea Osberg Højsted úr Ægir og Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag hildu á við at svimja flottar tíðir, nú triði og síðsti stevnupartur varð avgreiddur í gjár. Sí úrslitalistarnar her Jóhanna svam 4:54.24 í 400 frí, har besta … Continue reading
Elisabeth 1:04.67 í 100 rygg á EJM 2021
Elisabeth Erlendsdóttir royndi seg í morgun í sínari fyrstu kapping á Evropeisku Juniormeistarstevnuni í Róm, í 100 metra ryggsvimjing. Tað gekk upp á stás – hon setti persónligt met við tíðini 1:04.67, har hennara besta tíð til nú var 1:05.60 … Continue reading
Beinleiðis úrslit og stroyming frá SuSvim Open 10. og 11. apríl 2021
So er tað “SuSvim Open Apríl 2021”, sum er fyrstu ferð nakrantíð at føroyskir svimjarar kunnu royna eftir OL-úttøku í Føroyum, umframt at hetta vikuskiftið er síðsti kjansur at royna eftir úttøku til EM í Budapest í mai mánaða. Beinleiðis … Continue reading