Category Archives: Óbólkað
Lea 2:31.59 og bronsu og stórt føroyskt met í 200 bringu á NJM 2024
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði í kvøld at svimja seg til stórt føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing, tá ið hon í finaluni á NJM 2024 svam seg til bronsu við úrslitinum 2:31.59. Sí úrslitalistan her á … Continue reading
Líggjas 3:50.73 og gull í 400 frí á NJM 2024
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í kvøld at vinna gull á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2024, tá ið hann í finaluni í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 3:50.73. Sí úrslitalistan her á Swimify Hetta er fyrsta føroyska gullmerki á NM/NJM … Continue reading
Líggjas besta avrik á NMU 2024
Gløgga eygað hevur sikkurt longu uppdagað, at Líggjas heldur í eini sjokulátaplátu, har á myndini í sambandi við hansara gull í 400 frí á NMU 2024. Handan var vinningurin tí at hann kláraði besta avrik av øllum dreingjum á hesi … Continue reading
SSF-dreingir 7:56.77 og bronsu og stórt føroyskt landsliðsmet í 4×200 frí á NMU 2024
Dreingirnir hjá okkum megnaðu í dag at vinna flott norðurlendskt bronsuheiðursmerki í 4×200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið teir á NMU 2024 í Helsinki svumu seg til úrslitið 7:56.77. Sí úrslitalistan her
Lea 1:14.06 og stórt nýtt føroyskt met í 100 bringu
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði í dag at seta stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2024 svam seg til úrslitið 1:14.06. Sí úrslitalistan her
Líggjas 4:06.17 og gull í 400 frí á NMU 2024
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í morgun at vinna eitt gullheiðursmerki afturat á Norðurlendsku Meistarstevnuni fyri Ung 2024, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 4:06.17. Sí úrslitalistan her