Category Archives: Lívbjarging
Lívbjargingardómaraskeið í Vági 17. – 19. februar 2017
Svimjisamband Føroya skipar vikuskiftið 17. til 19. februar 2017 fyri lívbjargingardómaraskeiði í Páls Høll í Vági, har Sørin S. Djurhuus kemur at undirvísa. Hetta er fyrsta skeið av sínum slag sum Svimjisamband Føroya skipar fyri, eftir at vit í vetur … Continue reading
Eysturskúlin fyrsti skúli har allir svimjilærarar hava lívbjargingarprógv
Hesa vikuna hava svimjilærarar hjá Eysturskúlanum verið á lívbjargingarskeiði, sum royndartiltak hjá Eysturskúlanum, Mentamálaráðnum og Svimjisambandi Føroya, at tryggja at allir svimjilærarar á skúlanum hava góðkent lívbjargingarprógv. Onkrum einstøkum barst frá vegna sjúku og øðrum, men eru tey nú 15 … Continue reading
Svimjisamband Føroya yvirtekur lívbjargingarskipanina
Umboð fyri Svimjisamband Føroya møttust nú hóskvøldið hin 1. desember 2016 við umboð fyri Dansk Svømmeunion, í sambandi við at vit ynskja at formliga yvirtaka ta lívbjargingarskipan sum vit saman við Dansk Svømmeunion hava bygt upp her í Føroyum síðani … Continue reading
Helena lat hjartastartara til Páls Høll
Helena Hergeirsdóttir vann Gekkin seinast, og hjartagóð sum hon er, var eitt tað fyrsta hon gjørdi, at ringja til Sørin S. Djurhuus í Svimjisambandi Føroya, eftir einum hjartastartara til tað eina arbeiðsplássið hjá sær. Hon arbeiðir eisini í Barnagarðinum í … Continue reading
7 dagførdir lívbjargarar á Sandoy
Mánadagin hin 30. mai 2016 vórðu 7 lívbjargarar dagførdir á Sandoy, harav 3 starvsfólk hjá svimjihøllini í Sandoyar Meginskúla, og 4 fólkaskúlalærarar. Lívbjargingardómari var Sørin S. Djurhuus, fyri Svimjisamband Føroya.
Lívbjargingarroynd á Tvøroyri í dag
Seks lívbjargarar hava í dag fingið endurnýggjað síni lívbjargingarprógv, undir leiðslu av Reidari Simonsen í svimjihylinum á Tvøroyri. Hetta vóru fólk frá Suðuroyar Svimjifelag, barnagarðinum á Tvøroyri og starvsfólk í svimjihylinum, umframt ein áhugaður privatpersónur.









You must be logged in to post a comment.