Category Archives: Kapping
Innbjóðing til SHF-stevnu 1. november 2025
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið Hellufossur skipar fyri í svimjihylinum í Kvívík, leygardagin hin 1. november 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Startlistar til HS-stevnuna 20. september 2025
Havnar Svimjifelag skipar nú leygardagin hin 20. september 2025 fyri svimjistevnu fyri okkara yngstu aldursbólkar, í Svimjihøllini í Gundadali. Startlistarnir síggjast her á Swimify
Líggjas 3:57.49 og gull í 400 frí á Sparekassen Thy Cup 2025
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at verða skjótastur av øllum í 400 metra frísvimjing á Sparekassen Thy Cup 2025, tá ið hann har í Thisted svam seg til úrslitið 3:57.49. Sí úrslistalistan her á Swimify Tey kappast víðari … Continue reading
Innbjóðing til HS Open 3. og 4. oktober 2025
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjfelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjakvøldið hin 3. og leygardagin hin 4. oktober 2025
Innbjóðing til HS bólkastevnu 20. september 2025
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 20. september 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Svimjiskúlaskeið fyri íslendingar og føroyingar í Reykjavík í oktober
Íslendska svimjisambandið verður í oktober vertur fyri svimjiskúlaskeiði hjá European Aquatics, sum er partur av átakinum Swim Safe Europe, til at styrkja um svimjiundirvísingina til børn frá 3 til 12 ára aldri. Hetta fyrsta skeiðið er fyrst og fremst ætlað … Continue reading








