Category Archives: Kapping
Signhild 1:04.72 í 100 rygg á EM 2021
Signhild Joensen royndi seg í morgun í síni næstu grein á Evropameistarastevnuni 2021 í Budapest, og varð har við tíðini 1:04.72 nummar 44 av teimum 44 luttakarunum. Her niðanfyri er ein samrøða við Signhild aftaná kappingina, sum Hörður J. Oddfríðarson … Continue reading
Signhild 29.89 í 50 rygg á EM 2021
Signhild Joensen royndi seg í morgun í síni fyrstu grein á Evropameistarastevnuni 2021 í Budapest, sum var 50 metra ryggsvimjing. Tað gekk fínt – hon svam seg til sína 9. bestu tíð nakrantíð, við tíðini 29.89. Her niðanfyri er ein … Continue reading
Innbjóðing til Atlantic Open 2021
Her er innbjóðing til Atlantic Open 2021, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri saman við Suðuroyar Svimjifelag í Páls Høll í Vági, fríggjakvøldið til sunnudagin hin 11. til 13. juni 2021. Við fyrivarni fyri støðuni við korona.
Úrslit frá ABMS 2021
So er Aldursbólkameistarastevnan 2021 liðugt avgreidd, har okkara yngstu aldursbólkar svumu seg til nógv góð úrslit. Øll úrslitini síggjast her á livetiming.se, umframt at øll kappingin sæst á YouTube-rásini hjá Svimjisambandi Føroya
ABMS 2021 nú við finalu fyri hvønn aldursbólk
Av tí at tíðin var ríkilig í morgun, so royna vit okkum nú seinnapartin við einum ‘finaluriðli’ til hvønn aldursbólk. Tað vil siga, at síðstu riðlarnir eru skipaðir soleiðis, at hvør aldursbólkur hevur sín egna riðil, har heiðursmerkini tá allarhelst … Continue reading
So er tað ABMS 2021
Í morgin ári byrjar Aldursbólkameistarastevnan 2021, har einir 78 av okkara evnaríkastu ungu svimjarum fara at royna seg, hesar tríggjar dagarnar í Klaksvíkar Svimjihøll. Høllin er gjørd klár til kapping, og vit ætla at stroyma frá allari stevnuni. Innbjóðing til … Continue reading








