Category Archives: Kapping
Úttøka til NM/NJM 2021
Starvsnevnd SSF hevur í kvøld samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til Norðurlendsku Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna 2021, sum verður í Upplands Väsby í Svøríki hin 3. til 5. desember 2021:
Úrslit frá FM og JM á stuttgeil 2021
Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni í svimjing á stuttgeil 2021, sum Svimjisamband Føroya skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 12. til 14. november 2021, við góðari hjálp frá vertsfelagnum Havnar Svimjifelag og øðrum. Úrslitini síggjast eisini her … Continue reading
Beinleiðis úrslit, sjónvarp og stroyming frá FM og JM á stuttgeil 2021
Í ár sendi Kringvarp Føroya frá finalupørtunum fríggjadag og leygardag, og er í øllum førum annar parturin tískil tøkur her á kvf.fo. Allir hinir partararnir kunnu síggjast á YouTube-rásini hjá SSF, umframt at sjálvi úrslitini síggjast her á livetiming.se Kravtíðir … Continue reading
Innbjóðing til SuSvim Open 27. – 28. november 2021
Her er innbjóðing til svimjistevnuna “SuSvim Open” sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin og sunnudagin hin 27. og 28. november 2021. Hetta er fyrsta langgeilastevna í hesum svimjiári 2021-2022.
Kappingarskrá til FM og JM á stuttgeil 2021
Her eru kappingarskráirnar (startlistarnir) til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2021, sum tær síggja út nú aftaná at freistin fyri at melda frá er farin. Gevið gætur, at vit nú eru farin aftur til upprunaligu ætlan, við eisini liðsvimjingum allar … Continue reading
Innbjóðing til ABMS 2021 (2)
Her er innbjóðing til Aldursbólkameistarastevnu í Klaksvíkar Svimjihøll hin 11. desember 2021. Hetta er næsta ABMS í 2021, tískil hatta “(2)”.








